Noyða Jehova vitni fólk at skifta trúgv?
Nei, tað gera vit ikki. Í okkara týdningarmesta blaði, Vagttårnet, hava vit sagt: „Tað er skeivt at noyða fólk at skifta trúgv.“ a Hetta eru orsakirnar til, at vit ikki gera tað:
Jesus noyddi ongan at taka við síni læru. Hann visti, at lutfalsliga fá fóru at lurta eftir honum. (Matteus 7:13, 14) Tá ið nakrir av hansara lærisveinum tóku tað, sum hann segði, illa upp, noyddi hann teir ikki at verða hjá sær, men læt teir fara. – Jóhannes 6:60-62, 66-68.
Jesus lærdi sínar lærisveinar, at teir ikki skuldu noyða onnur at skifta trúgv. Heldur enn at tvinga fólk at taka ímóti góðu tíðindunum um ríkið skuldu teir leita eftir teimum, sum vildu lurta. – Matteus 10:7, 11-14.
Tað er høpisleyst at tvinga fólk at umvenda seg, tí Gud góðtekur bert, at vit tilbiðja hann av hjarta. – 5. Mósebók 6:4, 5; Matteus 22:37, 38.
Royna vit at umvenda fólk?
Tað er rætt, at vit boða boðskapin í Bíbliuni „líka til enda jarðarinnar“, bæði alment og hús úr húsi, sum Bíblian áleggur okkum. (Ápostlasøgan 1:8; 10:42; 20:20) Og sum tey fyrstu kristnu verða vit eisini viðhvørt ákærd fyri at royna at umvenda fólk á ólógligan hátt. (Ápostlasøgan 18:12, 13) Men einki hald er í hesum ákærunum. Vit noyða ikki nakran at taka við okkara trúgv. Tvørturímóti halda vit, at fólk skulu sleppa at nema sær kunnleika, so tey kunnu taka sína egnu avgerð.
Vit noyða ikki fólk at skifta trúgv, og vit brúka heldur ikki átrúnað til at fremja politiskt virksemi ella royna at umvenda fólk við at bjóða teimum materiellar ella sosialar fyrimunir. Hetta er ein mótsetningur til tey, sum siga seg vera kristin, men sum vanvirða Kristus við at gera slíkt. b
Hava fólk rætt til at skifta trúgv?
Ja, Bíblian vísir, at fólk hava rætt til at skifta trúgv. Hon fortelur um nógv, sum valdu ein annan átrúnað enn tann hjá familjuni, og sum av fríum vilja gjørdu av at tilbiðja tann sanna Gud. Nøkur dømi um hetta eru Ábraham, Rutt, nøkur fólk í Aten og Paulus ápostul. (Josva 24:2; Rutt 1:14-16; Ápostlasøgan 17:22, 30-34; Galatiabrævið 1:14, 23) Sambært Bíbliuni hava fólk enntá rætt til at taka ta óklóku avgerð at halda uppat at tilbiðja Gud á rættan hátt. – 1. Jóhannesarbræv 2:19.
Rætturin at skifta trúgv stendur eisini í heimsyvirlýsingini um mannarættindi, sum ST hevur kallað „grundarlagið undir altjóða lóggávu um mannarættindi“. Henda yvirlýsingin sigur, at øll hava „frælsi at skifta átrúnað ella trúgv“ og „at nema sær og breiða út vitan og hugsanir“, millum annað átrúnaðarligar tankar. c Hetta merkir sjálvandi eisini, at fólk hava skyldu til at virða rættindini hjá øðrum, bæði til at varðveita sína trúgv og til at vísa hugsanum frá sær, sum tey ikki taka undir við.
Vanærir mann siðvenjurnar í familjuni, um mann skiftir trúgv?
Tað er ikki vist. Bíblian sigur, at vit skulu virða øll menniskju, uttan mun til hvat tey trúgva. (1. Pætursbræv 2:17) Haraftrat akta Jehova vitni bíbilska boðið um at æra síni foreldur, eisini um tey hava eina aðra trúgv. – Efesusbrævið 6:2, 3.
Men øll taka ikki undir við Bíbliuni í hesum. Ein kona, sum vaks upp í Sambia, fortelur: „Í okkara samfelagi var tað at skifta trúgv ... tað sama sum trúloysi, ein svikagerð móti familjuni og samfelagnum.“ Hon stóð andlit til andlits við henda trupulleikan, tá ið hon sum tannáringur fór undir at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum og stutt eftir gjørdi av at skifta trúgv. Hon sigur: „Foreldrini hjá mær søgdu ferð eftir ferð, at teimum als ikki dámdi mína avgerð, og at eg hevði svikið tey. Tað var torført hjá mær, tí eg vildi gjarna gleða tey. ... At eg havi valt at vera trúføst móti Jehova heldur enn átrúnaðarligum siðvenjum, merkir ikki, at eg svíki mína familju.“ d
a Sí Vagttårnet frá 1. januar 2002, síðu 12, stykki 15.
b Til dømis gjørdi Karlamagnus umleið ár 785 eina reglugerð, sum dømdi øll í Sachsen, ið ikki vildu doypast sum kristin, til deyða. Og tann augsburgski trúarfriðurin, sum stríðandi partarnir í týsk-rómverska ríkinum undirskrivaðu í 1555, ásetti, at ein kurfúrsti skuldi vera antin rómverskkatólskur ella lutherskur, og at øll undir hansara veldi skuldu taka við hansara trúgv. Tey, sum noktaðu, blivu burturvíst.
c Líknandi rættindi standa í afrikanska sáttmálanum um rættindi hjá menniskjum og fólkasløgum, í amerikansku yvirlýsingini um rættindi og skyldur hjá menniskjum, í arabiska sáttmálanum um mannarættindi frá 2004, í ASEAN-yvirlýsingini um mannarættindi (ASEAN er ein samgonga millum suðureysturasiatiskar tjóðir), í evropeiska mannarættindasáttmálanum og í altjóða sáttmálanum um borgarlig og politisk rættindi. Men tað er tó ymiskt, í hvussu stóran mun tjóðirnar, sum siga seg veita hesi rættindi, í roynd og veru gera tað.
d Jehova er navnið á hinum einasta sanna Gudi sambært Bíbliuni.