Far beinleiðis til innihaldið

Hví halda Jehova vitni ikki kvøldmáltíð Harrans á sama hátt sum aðrir trúarbólkar?

Hví halda Jehova vitni ikki kvøldmáltíð Harrans á sama hátt sum aðrir trúarbólkar?

 Vit fylgja Bíbliuni neyvt, tá ið vit halda „kvøldmáltíð Harrans“, sum eisini verður nevnd heilaga kvøldmáltíðin, seinasta kvøldmáltíðin og høgtíðin til minnis um Jesu deyða. (1. Korintbræv 11:20) Aðrir trúarbólkar hava harafturímóti nógvar fatanir og siðvenjur í sambandi við hesa høgtíðina, sum ikki eru grundaðar á Bíbliuna.

Endamál

 Endamálið við kvøldmáltíð Harrans er at minnast Jesus og vísa okkara takksemi, fyri at hann ofraði sítt lív fyri okkum. (Matteus 20:28; 1. Korintbræv 11:24) Høgtíðin er ikki eitt sakramenti, ella ein halgigerð, sum gevur náði ella syndafyrigeving. a Sambært Bíbliuni kunnu vit bara fáa okkara syndir fyrigivnar við at trúgva á Jesus, ikki við ymiskum ritualum. – Rómbrævið 3:25; 1. Jóhannesarbræv 2:1, 2.

Hvussu ofta?

 Jesus álegði sínum lærisveinum at halda kvøldmáltíð Harrans, men hann segði ikki, hvussu ofta teir skuldu gera tað. (Lukas 22:19) Summi meina, at hon skal haldast hvønn mánað, meðan onnur halda hana hvørja viku, hvønn dag ella enntá fleiri ferðir um dagin. Uppaftur onnur meina, at hon skal haldast so ofta, sum tey meta er hóskandi. b Men hugsa um hetta:

 Jesus stovnaði kvøldmáltíð Harrans tann dagin, jødarnir hildu páskir, og seinni sama dag doyði hann. (Matteus 26:1, 2) Hetta var ikki av tilvild. Bíblian samanber Jesu offur við páskalambið. (1. Korintbræv 5:7, 8) Páskirnar vórðu hildnar eina ferð um árið. (2. Mósebók 12:1-6; 3. Mósebók 23:5) Tey fyrstu kristnu hildu eisini høgtíðina til minnis um Jesu deyða eina ferð um árið, c og Jehova vitni fylgja hesi bíbilsku fyrimyndini.

Dagur og tíð á degnum

 Fyrimyndin, sum Jesus gav, hjálpir okkum ikki bara at finna út av, hvussu ofta minningarhøgtíðin skal haldast, men eisini hvønn dag og tíð á degnum. Hann stovnaði høgtíðina eftir sólsetur 14. nisan ár 33 sambært kalendaranum, sum varð brúktur á Bíbliunnar døgum. (Matteus 26:18-20, 26) Eins og tey fyrstu kristnu halda vit minningarhøgtíðina júst henda dagin á hvørjum ári. d

 Hóast 14. nisan ár 33 var ein fríggjadagur, kann vikudagurin broytast ár undan ári. Tá ið vit skulu áseta ársdagin fyri 14. nisan, gera vit tað á sama hátt, sum vanligt var á Jesu døgum, heldur enn at brúka nútímans jødiska kalendaran. e

Breyð og vín

 Í sambandi við nýggju høgtíðina brúkti Jesus ósúrgað breyð og reyðvín, sum leyp av frá páskamáltíðini. (Matteus 26:26-28) Eins og Jesus nýta vit breyð uttan súrdeiggj og eyka tilfar, og vit brúka vanligt reyðvín, ikki drúvusaft ella vín, sum er kryddað, søtað ella gjørt sterkari.

 Nakrir trúarbólkar nýta breyð við súrdeiggi ella ger, men í Bíbliuni ímyndar súrdeiggj ofta synd og siðspillu. (Lukas 12:1; 1. Korintbræv 5:6-8; Galatiabrævið 5:7-9) Tí er bara breyð uttan súrdeiggj og eyka tilfar ein hóskandi ímynd upp á Jesu syndafría likam. (1. Pætursbræv 2:22) Eitt annað, sum ikki er í samsvari við Bíbliuna, er at nýta ógeraða drúvusaft í staðin fyri vín. Hetta gera nøkur, tí tey halda, at tað er skeivt at drekka alkohol, men tað er tað ikki sambært Bíbliuni. – 1. Timoteusarbræv 5:23.

Ímyndir, ikki bókstavligt hold og blóð

 Ósúrgaða breyðið og reyðvínið, sum verða brúkt á minningarhøgtíðini, ímynda Jesu hold og blóð. Breyðið og vínið broytast ikki við einum undri til hansara bókstavliga hold og blóð, sum nøkur halda. Hugsa um bíbilska grundarlagið:

  •   Um Jesus meinti, at lærisveinarnir skuldu drekka hansara blóð, hevði tað verið tað sama sum at biðja teir bróta lógina um at halda seg frá blóði. (1. Mósebók 9:4; Ápostlasøgan 15:28, 29) Men tað er óhugsandi, tí Jesus visti, at blóðið er heilagt, og hann kundi ikki funnið upp á at biðið nakran bróta Guds lóg. – Jóhannes 8:28, 29.

  •   Ápostlarnir kunnu ikki hava drukkið Jesu bókstavliga blóð, tí Jesus var framvegis á lívi. Hansara blóð var ikki úthelt enn. – Matteus 26:28.

  •   Jesu offur varð latið „eina ferð fyri allar“. (Hebrearabrævið 9:25, 26) Men um breyðið og vínið broyttust til hansara hold og blóð undir kvøldmáltíð Harrans, høvdu tey, sum fáa sær av breyðinum og víninum, endurtikið hetta ofrið.

  •   Jesus segði: „Gerið hetta til minni um Meg,“ ikki „til at lata Meg sum offur.“1. Korintbræv 11:24.

 Tey, sum trúgva, at breyðið og vínið verða umskapað til Jesu hold og blóð, grunda hesa trúarlæruna á orðingina í ávísum bíbliuversum. Í nógvum bíbliuumsetingum verður Jesus til dømis endurgivin fyri at siga um vínið: „Hetta er blóð Mítt.“ (Matteus 26:28) Men orðini hjá Jesusi kunnu eisini umsetast „hetta merkir blóð mítt“, „hetta umboðar blóð mítt“ ella „hetta er tekin um blóð mítt“. f Sum so mangan brúkti Jesus myndatalu í síni undirvísing. – Matteus 13:34, 35.

Hvør fær sær av breyðinum og víninum?

 Bert nøkur fá fáa sær av breyðinum og víninum, tá ið Jehova vitni halda kvøldmáltíð Harrans. Hvussu ber tað til?

 Jesu úthelta blóð var grundarlagið fyri einum ’nýggjum sáttmála’, sum kom í staðin fyri sáttmálan millum Jehova Gud og fortíðar Ísrael. (Hebrearabrævið 8:10-13) Tey, sum eru við í nýggja sáttmálanum, fáa sær av breyðinum og víninum á minningarhøgtíðini. Hetta fevnir ikki um øll kristin, men einans „hini kallaðu“, sum hava fingið eitt serligt kall frá Gudi. (Hebrearabrævið 9:15; Lukas 22:20) Tey skulu ráða við Kristusi í himli, og Bíblian sigur, at einans 144.000 menniskju fáa tann framíhjárættin. – Lukas 22:28-30; Opinberingin 5:9, 10; 14:1, 3.

 Í mun til hetta ’lítla fylgið’ av kallaðum, sum skal ráða saman við Kristusi, vóna tey allarflestu av okkum at gerast partur av einum ’stórum skara’, sum fær ævigt lív á jørðini. (Lukas 12:32; Opinberingin 7:9, 10) Tey av okkum, sum hava vón um at liva á jørðini, fáa sær ikki av breyðinum og víninum, men vit eru við á minningarhøgtíðini fyri at vísa okkara takksemi fyri tað stóra ofrið, sum Jesus læt fyri okkara skuld. – 1. Jóhannesarbræv 2:2.

a Í McClintock og Strong’s Cyclopedia, bind IX, síðu 212, stendur: „Orðið sakramenti finst ikki í NT [Nýggja Testamenti], og grikska orðið μυστήριον [mysteʹrion] verður ongantíð brúkt í sambandi við dóp, kvøldmáltíð Harrans ella nakað annað hátíðarhald.“

b Nakrar bíbliuumsetingar nýta orðingina „so ofta sum“ í sambandi við kvøldmáltíð Harrans, og nøkur hava tulkað orðingina soleiðis, at hon snýr seg um, hvussu ofta kvøldmáltíðin skal haldast. Men rætti týdningurin av orðingini á upprunamálinum í hesum samanhanginum er „hvørja ferð“. – 1. Korintbræv 11:25, 26, da. aut. © DDB 1992.

cThe New Schaff-Herzog Encyclopedia of Religious Knowledge, bind IV, síðurnar 43-​44, og McClintock og Strong’s Cyclopedia, bind VIII, síðu 836.

dThe New Cambridge History of the Bible, bind 1, síðu 841.

e Nútímans jødiski kalendarin nýtir stjørnufrøðiliga nýmánan til at áseta, nær nisan mánaður byrjar, men soleiðis varð ikki gjørt í fyrstu øld. Tá byrjaði mánaðurin, beint sum nýmánin gjørdist sjónligur í Jerusalem, og tað kann hava verið í minsta lagi ein dag seinni enn stjørnufrøðiligi nýmánin. Hesin munurin er ein av orsøkunum til, at Jehova vitni ikki altíð halda minningarhøgtíðina sama dag, sum jødar í dag halda páskir.

fA New Translation of the Bible hjá James Moffatt, The New TestamentA Translation in the Language of the People hjá Charles B. Williams og The Original New Testament hjá Hugh J. Schonfield.