Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 90

Styrkið hvørt annað

Styrkið hvørt annað

(Hebrearabrævið 10:24, 25)

  1. 1. Tá kristin hugsa um hvørt annað,

    í felag fremja vøkur verk,

    sum systkin góð tey knýtast saman,

    so øll í trúnni standa sterk.

    Tann alskur, sannir vinir vísa,

    kann styrkja tey, sum eru móð.

    Tá verður samkoman eitt skýli,

    eitt stað, har hjartað finnur ró.

  2. 2. Eitt troystarorð frá góðum vini,

    eitt gagnligt ráð í røttu tíð,

    kann geva troyttum nýggja megi

    at stríða trúarinnar stríð.

    Ja, komið, styrkið nú hvørt annað,

    vit stevna øll á sama mið.

    Og hevur onkur tunga byrðu,

    so hjálpa vit og bera við.

  3. 3. Við trúarinnar gløggu eygum

    vit síggja skilliga Guds dag,

    tí ræður um at standa saman

    og gera, sum Jehova bað.

    Ja, komið, styrkið nú hvørt annað

    og leggið alla orku í,

    sum brøður standa vit tá saman

    og tæna Gudi alla tíð.