Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 82

Latið ljósið skína

Latið ljósið skína

(Matteus 5:16)

  1. 1. ’Latið ljósið skína,’

    vísti Jesus á,

    ’lýsið fyri øllum,

    troystið stór og smá!’

    Tann, ið hoyrir orð Guds,

    gleðist og fær svar.

    Og við okkum ljósið kann

    speglast víða hvar.

  2. 2. Gleðiboð um ríkið,

    sum er sett á stovn,

    verða borin víða,

    geva fólki vón.

    Ljósið úr Guds orði

    finnur veg til tann,

    sum av heilum huga vil

    velja sannleikan.

  3. 3. Góðar gerðir skína

    bjart á myrkum stað,

    geva orðum virði,

    mangur varnast tað.

    Latið ljósið skína,

    gevið øllum lut

    í tí góða orðinum,

    tað man gleða Gud.