SANGUR NR. 76
Gleðist tú?
-
1. Gleðist tú innaní,
tá tú brúkar tína tíð,
íðin leiðir onnur til
tann Gud, ið hjálpa vil?
Hevur tú hjartað við,
virkar Gud við tína lið,
sjálvur dregur hann tey inn,
ið hava eyðmjúkt sinn.
(NIÐURLAG)
Vit verða glað, tað er so gott
at lova Gudi dag og nátt.
Ja, latið okkum vera vís,
við vørrum ofra prís.
-
2. Gleðist tú, tá tú fært
fólk at steðga á og sært,
at tey geva øllum far
og søkja skilligt svar?
Ein sigur kanska nei,
velur heldur aðra leið,
um Guds navn vit boða tó
og vitna hugagóð.
(NIÐURLAG)
Vit verða glað, tað er so gott
at lova Gudi dag og nátt.
Ja, latið okkum vera vís,
við vørrum ofra prís.
-
3. Gleðist tú nú um frið,
tí tú veitst, at Gud er við,
at hann gav tær vit og skil
og leit tær orð sítt til?
Tosa vit klárt og greitt
um, at lív er okkum veitt,
mennist eyðmjúkt hjartalag
hjá tí, sum íðin bað.
(NIÐURLAG)
Vit verða glað, tað er so gott
at lova Gudi dag og nátt.
Ja, latið okkum vera vís,
við vørrum ofra prís.
(Les eisini Áps. 13:48; 1. Tess. 2:4; 1. Tim. 1:11.)