SANGUR NR. 17
’Tað vil eg’
-
1. Fúsur Jesus ofraði alt,
kom menniskjum nær, tá tað galt,
læt seg lýðin í hold,
varð mansbarn á fold,
hann kærleikans veg hevði valt;
birti vón, har fólk liðu neyð,
hann grøddi og uggaði tey.
Tá eitt menniskja eyðmjúkt bað: ’Grøð meg,’
var svarið tí: ’Ja, tað vil eg!’
-
2. Latið okkum dag fyri dag
í øllum, vit fáa í lag,
sýna kærleik sum hann,
ið lív okkum vann,
og gera alt, hann okkum bað.
Faðirleys og einkjur í neyð
– Gud vil, at vit hugsa um tey.
Tørvar onkrum ein beina og spyr teg,
er svarið tá: ’Ja, tað vil eg’?
(Les eisini Jóh. 18:37; Ef. 3:19; Fil. 2:7.)