Privatlívsstillingar

Fyri at geva tær eina so góða uppliving sum møguligt, brúka vit kennifílur og líknandi tøkni. Nakrar kennifílur eru neyðugar, um heimasíðan skal rigga, og tí kunnu tær ikki noktast. Tað ber til hjá tær at góðtaka ella nokta aðrar kennifílur, sum bara verða nýttar til at betra um tína uppliving. Vit fara ongantíð at selja nakrar av hesum dátuupplýsingunum ella at brúka tær til marknaðarføring. Viss tú vilt hava meira at vita, kanst tú lesa Heimsumfatandi politikkin um handfaring av cookies og líknandi tøkni. Tú kanst til eina og hvørja tíð laga tínar stillingar inni á Privatlívsstillingum.

Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 161

Mín gleði er at tæna tær

Mín gleði er at tæna tær

(Sálmur 40:9)

  1. 1. Tá ið sonur tín læt seg doypa,

    legði tú í hann tíni orð.

    Hann var íðin eftir at tryggja

    okkum øllum betri kor.

    Eingin freisting fekk hann at ivast,

    einki ilt á honum vann.

    Hann gav alt, hann hevði at geva,

    eg vil gera eins og hann.

    (NIÐURLAG)

    Mín gleði er at tæna tær,

    at geva alt, sum er í mær.

    Eg fann tín veg, har gangi eg,

    og eg veit, tú ert mær nær.

    Mín gleði er at tæna tær.

    Tú gevur vón og bjargar mær.

    Eg fann tín veg, har trívist eg.

    Ja, at gera vilja tín

    er gleði mín.

  2. 2. Nú eg kenni teg, Gud Jehova,

    fyllir gleðin meira í mær.

    Eg vil fegin vera títt vitni,

    bera øllum boð frá tær.

    Tætt við mína lið eru brøður,

    einki betri lív er til.

    Eg skal bera navn títt við gleði,

    alt mítt lív, hvørt tíðarbil.

    (NIÐURLAG)

    Mín gleði er at tæna tær,

    at geva alt, sum er í mær.

    Eg fann tín veg, har gangi eg,

    og eg veit, tú ert mær nær.

    Mín gleði er at tæna tær.

    Tú gevur vón og bjargar mær.

    Eg fann tín veg, har trívist eg.

    Ja, at gera vilja tín

    er gleði mín,

    ja, tað er gleði mín.

(Les eisini Slm. 40:4, 11.)

 

Mín gleði er at tæna tær