SANGUR NR. 16
Sig takk fyri salvaða kongin
-
1. Gud salvaði Jesus, sín son,
at stjórna tí víðu verð.
Hans veldi er grundað á rættferð
og fremur Guds vilja í gerð.
(NIÐURLAG)
Sig takk fyri salvaða kongin,
syng Jesusi fagnaðarsong!
Sig takk, Harrans seyður, fjálg er tann rødd,
ið leiðir um bø og ong.
Sig takk fyri salvaða kongin,
Gud gav honum heiður og mátt,
í ríkinum fekk hann himmalska tign,
Guds navn skal hann hevja hátt.
-
2. Sum Jesusar brúður ein tjóð
er kallað og endurfødd.
Hon arvar við soninum ríkið,
við tí verða menniskju grødd.
(NIÐURLAG)
Sig takk fyri salvaða kongin,
syng Jesusi fagnaðarsong!
Sig takk, Harrans seyður, fjálg er tann rødd,
ið leiðir um bø og ong.
Sig takk fyri salvaða kongin,
Gud gav honum heiður og mátt,
í ríkinum fekk hann himmalska tign,
Guds navn skal hann hevja hátt.
(Les eisini Orðt. 29:4; Es. 66:7, 8; Jóh. 10:4; Opinb. 5:9, 10.)