Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 114

Verið tolin

Verið tolin

(Jákupsbrævið 5:8)

  1. 1. Jehova, alra Harri,

    er vandin um sítt dýra navn.

    Í øldir varð tað vanvirt,

    nú lýsir loksins fyri stavn.

    Enn bíðar Gud tó tolin,

    hevur ætlanir í gerð,

    hann bjóðar øllum lívið

    í síni nýggju verð.

    Av kærleika hann bíðar,

    tí kann á jørð hvør ættargrein

    í eyðmýkt fyri honum

    í allar ævir standa rein.

  2. 2. Ja, tol man gagna øllum,

    ið vilja ganga røttu leið.

    Tað sissar stúrin hjørtu,

    tey verða ikki beisk og vreið.

    Tað sær alt gott í øðrum,

    hevur blítt og jaligt brá,

    við tí fær sinnið javnvág,

    um hart man leika á.

    Við mongum øðrum dygdum,

    sum halgi andin fær í lag,

    kann tolið hjálpa okkum

    at fylgja Gudi dag um dag.