Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 112

Jehova, Gud friðarins

Jehova, Gud friðarins

(Filippibrævið 4:9)

  1. 1. Jehova, góði Gud,

    tú, sum lovar okkum frið,

    eyðmjúk biðja vit um andan

    og alt gott, sum fylgir við.

    Vit leita ráð hjá tær,

    sum við soninum kom nær,

    vilja fegin fáa friðin,

    tann, sum bert tín vinur fær.

  2. 2. Tín andi og títt orð

    gera okkum trygg á ferð,

    lýsa vegin fram í myrkri,

    geva vernd í Satans verð.

    Skjótt enda kríggj og stríð,

    stóri dagur tín er nær.

    Inntil tá vit biðja, faðir,

    gev tú okkum frið hjá tær.

  3. 3. Í himli og á jørð

    gera tíni kæru greitt,

    at tey stuðla tínum ríki,

    standa saman øll sum eitt.

    Títt ríki broytir skjótt

    alt, sum spillir friðin her,

    gevur fólki tínum bústað,

    ævigt lív í nýggju verð.