Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 141

Leita eftir friðarvinum

Leita eftir friðarvinum

(Lukas 10:6)

  1. Sonur Guds segði: ’Boðið sannleikan!’

    Hann var við orði Guds á ferð,

    um dustið feyk, og sólin brann.

    Eymliga Jesus kallaði Guds seyð,

    frá sólin reis,

    og til myrkrið legði seg um land.

    Vit vitja fólk í bygd og bý

    við tíðindum um friðartíð,

    har eingin líður neyð, og alt verður gott.

    (NIÐURLAG)

    Leita vit væl,

    vit sannar friðarvinir finna.

    Enn eru fólk,

    sum eru rætt til frelsu sinnað.

    Leita vit væl,

    vit finna tey!

  2. Skjótt styttist tíðin, leitið víða hvar!

    Nú stendst um lív, vit royna alt

    – um bara eitt tó bjargað varð!

    Kærleikin vekur hug at gera væl,

    at bera øllum ta vón,

    sum lekir lívsins sár.

    Øll leita vit í løtuni

    í húsum og á gøtuni,

    og sannir friðarvinir geva tí ans.

    (NIÐURLAG)

    Leita vit væl,

    vit sannar friðarvinir finna.

    Enn eru fólk,

    sum eru rætt til frelsu sinnað.

    Leita vit væl,

    vit finna tey!