Sangur 121
Styrkið hvør annan
1. Har kristin sínámillum stuðla
til tænastu og vøkur verk,
sum systkin góð tey knýtast saman
og standa øll í trúnni sterk.
Tann alskur, sannir vinir vísa,
kann styrkja tey, sum eru móð,
tá verður samkoman eitt skýli,
eitt stað, har trúføst finna ró.
2. Eitt troystarorð frá góðum vini,
eitt gagnligt ráð í røttu tíð,
gav ofta troyttum nýggja megi
at stríða trúar góða stríð.
Ja, komið, styrkið nú hvør annan,
vit stevna øll á sama mið.
Ber bróðir tín so tunga byrðu,
ber fúsur hansar byrðu við.
3. Við trúarinnar gløggu eygum
vit síggja skilliga Guds dag,
tí ræður um at standa saman
og gera, sum Jehova bað.
Ja, komið, styrkið nú hvør annan
og leggið alla orku í,
sum brøður standa vit tá saman
og tæna Gudi alla tíð.
(Sí eisini Luk. 22:32; Áps. 14:21, 22; Gal. 6:2; 1 Tess. 5:14.)