Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sangur 88

Gáva, Gud lítur foreldrum til

Gáva, Gud lítur foreldrum til

(Sálmur 127:3-5)

1. Tá ein maður verður pápi,

og ein kvinna føðir barn sítt í heim,

so vita tey, at tað er gáva,

Jehova hevur latið teim.

Hjá honum rennur lívsins kelda,

hann lítur okkum dýra lívsfrukt til;

foreldrum vil hann fegin hjálpa

at ganga trygg og at nýta skil.

(NIÐURLAG)

Heilagan arv tit hava fingið,

ein dýran skatt tit eiga her.

Lær barnið upp á Harrans vegi

at fremja vilja Guds í gerð.

2. Hav nú orð Guds fremst í huga,

um tú børnum tínum vilt gera væl.

Ja, prenta tað í son og dóttur,

og leiðin verður teimum sæl.

Legg tú Guds orð í tey á vegnum,

tá tú fert upp, og tá tú aftur legst.

Tað verður vart í hjartans goymslum

sum góður arvur, tú teimum fekst.

(NIÐURLAG)

Heilagan arv tit hava fingið,

ein dýran skatt tit eiga her.

Lær barnið upp á Harrans vegi

at fremja vilja Guds í gerð.