Sangur 96
Finn tey, ið eru tað verd
1. Vit fylgja tí boðnum, sum Meistarin gav:
’Gakk treystur, har eg legði spor.
Far út hús úr húsi og leita til hann,
sum er verdur at hoyra Guds orð.
Ber húsinum heilsan við ynski um frið,
tá skal friður tín leggja seg har.
Um ein kanska spottar og blakar á dyr,
rist av fótinum dustið og far.’
2. Ver blíður við hann, sum er blíður við teg,
Gud dregur tey mildu at sær.
Og eru tey sinnað av røttum til lív,
kveikist hugur at fylgjast við tær.
At lurta er lætt og at geva sær far,
um bert orð títt er kryddað og salt.
Ver ongantíð stúrin um, hvat tú fært sagt,
minst til, Gud tín skal læra teg alt.
(Sí eisini Áps. 13:48; 16:14; Kol. 4:6.)