Sangur 101
Boða sannleikan um Ríkið
1. Har var ein tíð, tá tú og eg
so illa funnu rættan veg.
Men Jehova sendi ljós
og vísti okkum røttu kós.
Nú sóu vit hans vilja greitt,
vit skuldu tæna øll sum eitt,
gera kent Jehova navn
og boða Ríkið, sum er fyri stavn.
Vit bera boð í bygd og bý,
at sannleikin ger bundin frí,
so tann, ið hevur tógvið stríð,
kann fáa vón um fagra tíð.
Og boða vit so víða hvar,
Jehova signar og hann sær,
at vit tæna fús og glað,
inntil hann sigur, nú er liðugt lag.
(Sí eisini Jos. 9:9; Es. 24:15; Jóh. 8:12, 32.)