VER VAKIN!
Russland ger innrás í Ukraina
Tíðliga um morgunin tann 24. februar 2022 gjørdi Russland innrás í Ukraina, hóast nógvir heimsleiðarar høvdu roynt at forða fyri tí. Hvussu man hetta stríðið fara at ávirka heimin? ST-aðalskrivarin António Guterres segði soleiðis fyri nøkrum døgum síðani: „Vit kunnu slett ikki ímynda okkum, hvussu stóra sorg og oyðing hetta stríðið fer at hava við sær, og hvussu tað fer at ávirka trygdina í Evropa og restini av heiminum.“
Hvat sigur Bíblian um slíkar hendingar?
Jesus segði frá eini tíð, tá ið ’tjóð skuldi reisast móti tjóð, og ríki móti ríki’. (Matteus 24:7) Í greinini „Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?“ fært tú meira at vita um, hvussu Bíblian vísir, at kríggini á okkara døgum uppfylla profetiina hjá Jesusi.
Opinberingin í Bíbliuni lýsir kríggj við at nevna ein reiðmann, sum situr á einum reyðum hesti og skal „taka friðin burtur av jørðini“. (Opinberingin 6:4) Í greinini „De fire ryttere – hvem er de?“ fært tú meira at vita um, hvat henda profetiin hevur við kríggj á okkara døgum at gera.
Í Dániels bók í Bíbliuni stendur, at eitt stríð skuldi vera millum ’norðurlandskong’ og ’suðurlandskong’. (Dániel 11:25-45) Hygg at videonum Opfyldt profeti – Daniel, kapitel 11, og fá at vita, hví tað ber til at siga, at Russland og tess sameindu eru norðurlandskongurin. a
Opinberingin tosar eisini um „bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda“. (Opinberingin 16:14, 16) Hetta vísir tó ikki til eitt kríggj millum ymisk lond, sum vit síggja beint nú, men til eitt kríggj, sum fer at vera í framtíðini. Tú kanst lesa meira um hetta kríggið í greinini „Hvat er Harmageddonkríggið?“
Hví kunnu vit síggja ljóst upp á framtíðina?
Bíblian sigur, at Gud fer at gera „enda á kríggi um alla jørðina“. (Sálmur 46:10) Í greinini „Ein trygg framtíðarvón“ fært tú meira at vita um ta framtíðina, sum Gud lovar okkum.
Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja um, at Guds ríki skuldi koma. (Matteus 6:9, 10) Hetta ríkið er ein himmalsk stjórn, sum fer at fremja Guds vilja her á jørðini, og Guds vilji er millum annað, at tað skal vera friður. Hygg at videonum Hvat er Guds ríki? og fá meira at vita um Guds ríki, og hvat tað kann gera fyri teg.
Meira enn 129.000 Jehova vitni búgva í Ukraina. Akkurát sum Jehova vitni í øllum øðrum londum gera tey sum Jesus og eru politiskt uttanveltað og taka ikki lut í kríggi. (Jóhannes 18:36) Jehova vitni um allan heimin halda fram at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki, sum fer at loysa allar trupulleikarnar hjá mannaættini, millum annað kríggj. (Matteus 24:14) Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum fyri at fáa meira at vita um ta góðu framtíðina, sum Bíblian lovar okkum.
a Greinarnar „’Nordens konge’ i endens tid“ og „Hvem er ’Nordens konge’ i dag?“ greiða nærri frá hesi profetiini.