Verður rættvísi nakrantíð í øllum heiminum?
Tað sær út sum, at órættvísi er allastaðni í dag. Her eru tvey dømi:
Í januar 2018 gjørdi ein dómari í USA av, at ein maður, sum hevði sitið fongslaður í næstan 38 ár, skuldi latast leysur. Ein DNA-kanning vísti, at hann var ósekur.
Í september 1994 vórðu tríggir ungir menn í einum afrikanskum landi settir í fongsul, tí teir av samvitskuávum ikki vildu gera hertænastu. Í september 2020 høvdu teir sitið 26 ár í fongsli, uttan nakrantíð at verða ákærdir ella at hava verið í rættinum.
Viss tú hevur upplivað órættvísi, hevur tú tað kanska sum Job í Bíbliuni. Hann segði: „Eg rópi um hjálp, men eingin rættur er.“ (Job 19:7) Sjálvt um tað kanska virkar órealistiskt, at rættvísi kann vera á allari jørðini, so er tað tað, sum Bíblian lovar. Og hon kann eisini hjálpa okkum at takkla órættvísi nú.
Hví er so nógv órættvísi?
Tá ið menniskju nokta at fylgja vegleiðingini frá Gudi, førir tað til órættvísi. Bíblian vísir, at satt rættvísi kemur frá Gudi. (Esaias 51:4) Orðini í Bíbliuni, sum verða umsett við „rættferð“ og „rætt“, eru tætt knýtt. (Sálmur 33:5) Tá ið mann fylgir Guds normum, førir tað til rættvísi. Men viss mann hinvegin syndar og ikki fylgir rættvísu normunum hjá Gudi, førir tað til órættvísi. Her eru nøkur dømi, sum vísa tað:
Tá ið fólk hugsa mest um seg sjálvan. Bíblian vísir, at fólk, sum eru sjálvsøkin, lætt kunnu gera nakað skeivt og synda. (Jákupsbrævið 1:14, 15) Fyri at fáa sín vilja útnytta tey ofta onnur og eru órættvís móti teimum. Men Gud vil, at vit fyrst og fremst skulu hugsa um, hvat er best fyri onnur. – 1. Korintbræv 10:24.
Tá ið fólk ikki vita, hvat tey gera. Nøkur eru órættvís móti øðrum uttan at vita tað, men fyri tað er tað skeivt í Guds eygum. (Rómbrævið 10:3) Faktiskt var tað ókunnleiki, sum førdi til ta mest órættvísu gerðina, sum nakrantíð er framd – at Jesus bleiv dripin. – Ápostlasøgan 3:15, 17.
Miseydnaðar samfelagsskipanir. Politisku, handilsligu og átrúnaðarligu skipanirnar áttu at syrgt fyri rættvísi í samfelagnum. Men í veruleikanum eru hesar skipanirnar ofta orsøk til mistøk, mutur, fordómar, grammleika, stóran fíggjarligan ójavna og intoleransu – og alt tað kann føra til órættvísi. Nøkur av teimum, sum standa aftan fyri hesar skipanirnar, hava sjálvsagt góðar intentiónir. Men í síðsta enda miseydnast allar royndir, viss mann ikki fylgir vegleiðingini frá Gudi. – Prædikarin 8:9; Jeremias 10:23.
Er Gud líkaglaður við órættvísi?
Nei, als ikki. Hann hatar órættvísi og alt, sum førir til órættvísi. (Orðtøkini 6:16-18) Hann segði gjøgnum profetin Esaias: „Eg, HARRIN, elski rætt og hati tað, sum við órætti er rænt.“ – Esaias 61:8.
Lógin, sum Gud gav ísraelsmonnum í forðum, vísti, at hann vildi, at teir skuldu vera rættvísir og fara væl við hvørjum øðrum. Hann álegði dómarunum, at teir ikki máttu taka ímóti mutri ella upp á nakran annan máta vera órættvísir. (5. Mósebók 16:18-20) Hann fordømdi teir ísraelsmenn, sum vóru ólýdnir og útnyttaðu tey fátæku og veiku. Og at enda vrakaði hann teir, tí teir ikki vildu liva eftir hansara normum. – Esaias 10:1-3.
Fer Gud at gera enda á órættvísi?
Ja. Synd er høvuðsorsøkin til órættvísi, men Gud fer at lata Jesus beina fyri allari synd og gera menniskju fullkomin. (Jóhannes 1:29; Rómbrævið 6:23) Hann hevur eisini stovnað eitt ríki, sum fer at syrgja fyri einum nýggjum heimi, har øll verða rættvíst viðfarin. (Esaias 32:1; 2. Pætursbræv 3:13) Viss tú vilt vita meira um hetta himmalska ríkið, kanst tú hyggja eftir videonum Hvat er Guds ríki?
Hvussu verður lívið í nýggja heiminum?
Øll fara at kenna seg trygg og liva friðarliga saman, tí alt órættvísi er burtur. (Esaias 32:16-18) Í Guds eygum eru øll menniskju líka nógv verd, so tí fer hann at syrgja fyri, at øll verða rættvíst viðfarin. Sorgin og pínan, sum órættvísi hevur havt við sær, verður burtur í allar ævir. At enda fara vit slett ikki at minnast alt tað ringa, sum var. (Esaias 65:17; Opinberingin 21:3, 4) Tú fært meira at vita í greinini „Hvat fer Guds ríki at gera?“
Kann mann virkuliga trúgva upp á tað?
Ja. Í Bíbliuni eru profetiir, sum longu eru gingnar út. Bíblian er søguliga og vísindaliga røtt, og alt í henni samsvarar. Tað vísir, at vit kunnu líta á tað, sum hon sigur um framtíðina. Tú fært meira at vita, viss tú trýstir á hesi leinkini:
Kann mann gera nakað við órættvísi longu nú?
Í Bíbliuni lesa vit um nakrar av Guds tænarum, sum gjørdu tað, teir kundu, fyri ikki at blíva órættvíst viðfarnir. Ápostulin Paulus var til dømis í vanda fyri at fáa eina órættvísa rættargongd, sum hevði kunnað kostað honum lívið. Í staðin fyri bara at góðtaka eina so órættvísa viðferð, brúkti hann síni løgfrøðiligu rættindi og appeleraði til keisaran. – Ápostlasøgan 25:8-12.
Tað fer tó ongantíð at eydnast menniskjum at beina fyri øllum órættvísi í heiminum. (Prædikarin 1:15) Men lyftið frá Gudi um ein rættvísan nýggjan heim hevur hjálpt nógvum at fáa frið í sinnið longu nú, hóast tey uppliva órættvísi.