VER VAKIN!
Nógv hava mist álitið á politikarar – hvat sigur Bíblian?
Í 2024 verða metnógv val í øllum heiminum. Men nógv líta ikki á politikarar longur.
Í einari amerikanskari kanning svaraði meginparturin av teimum spurdu, at „flestallir politikarar hugsa meira um síni egnu áhugamál“ enn um, hvat er best fyri almenningin. a – Pew Research Center, 19. september 2023.
Nógv ung fólk líta heldur ikki á politikarar.
„Ung hugsa ofta nógv um, hvussu týðandi trupulleikar kunnu loysast, men tá ið tey verða spurd, halda tey ikki, at politikarar klára uppgávuna serliga væl.“ – The New York Times, 29. januar 2024.
„Sambært einari kanning stóla tey ungu meira upp á youtubarar enn upp á politikarar.“ – The Korea Times, 22. januar 2024.
Kunnu politikarar tryggja okkum eina góða framtíð? Hvønn kann mann í veruleikanum líta á?
Lít ikki á hvønn sum helst
Tað er gott at vera varin við, hvønn mann lítur á. Bíblian sigur: „Hin fávitskuti [ella naivi] trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ – Orðtøkini 14:15.
Fleiri góð ráð um, hvussu mann kann finna út av, um okkurt passar ella ikki, eru at finna í greinini „Tú mást verja teg ímóti villleiðandi upplýsingum“.
Og sjálvt teir mest erligu og vælmeinandi politikararnir klára ikki at gjøgnumføra alt, sum teir gjarna vilja. Tí sigur Bíblian:
„Set ikki títt álit á leiðarar á jørðini. Einki menniskja kann bjarga tær.“ – Sálmur 146:3, Good News Translation.
Ein leiðari, tú kanst líta á
Bíblian vísir, at Gud hevur útnevnt ein fullkomiliga álítandi leiðara, nemliga Jesus Kristus. (Lukas 1:32, 33) Jesus er kongur í Guds ríki, sum er ein stjórn í himli. – Matteus 6:10.
Hví kanst tú líta á Jesus? Og hvussu fer hann at loysa teir trupulleikarnar, sum vit menniskju hava í dag? Tú finnur svarini í greinunum „Hvør er kongur í Guds ríki?“ og „Hvat fer Guds ríki at gera?“
a Pew Research Center, „Americans’ Dismal Views of the Nation’s Politics“, september 2023.