VER VAKIN!
Nær fær kríggj ein enda? Hvat sigur Bíblian?
„Nú er tíð at taka broddin av spentu støðuni og minka um vandan. Nú er tíð at vísa sjálvstamarhald.“ Tað segði ST-aðalskrivarin, António Guterres, eftir iranska álopið á Ísrael sunnudagin 13. apríl 2024.
Bardagarnir í Miðeystri eru bara eitt dømi um tað, sum gongur fyri seg í øllum heiminum.
„Síðani seinna heimsbardaga hava ikki verið so nógvir vápnaðir bardagar sum beint nú í heiminum. Og tvær milliardir menniskju – ein fjórðingur av mannaættini – eru ávirkað av tí.“ – Trygdarráðið hjá ST, 26. januar 2023.
Ógvisligir bardagar eru millum annað í Ísrael, Gaza, Sýria, Aserbadjan, Ukraina, Sudan, Etiopia, Niger, Myanmar og Haiti. a
Fær tað ongan enda? Klára heimsins leiðarar at skapa frið? Hvat sigur Bíblian?
Ein heimur í kríggi
Vápnaðu bardagarnir, sum ganga fyri seg um allan heimin í dag, eru tekin um, at øll kríggj skjótt fáa ein enda. Kríggini uppfylla faktiskt nakrar profetiir í Bíbliuni um tíðina, vit liva í. Bíblian kallar hesa tíðina fyri ’endan á heimsskipanini’. – Matteus 24:3, New World Translation.
„Tit skulu hoyra um hernaðir og frætta hernaðatíðindi. … Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.“ – Matteus 24:6, 7.
Tú fært meira at vita um, hvussu kríggini í dag uppfylla profetiir í Bíbliuni, viss tú lesur greinina „Hvat skuldi eyðkenna teir ’síðstu dagarnar’, ella ’endans tíð’?“
Eitt kríggj, sum ger enda á øllum kríggjum
Bíblian sigur, at øll kríggj fáa ein enda. Hvussu fer tað at ganga fyri seg? Verða tað menniskju, sum syrgja fyri tí? Nei, tað er Gud, sum fer at gera tað í Harmageddon, sum er ’bardagin hin stóra dag Guds hins Alvalda’. (Opinberingin 16:14, 16) Tá ið tann bardagin er av, fer Gud at uppfylla sítt lyfti um, at øll menniskju skulu sleppa at uppliva varandi frið. – Sálmur 37:10, 11, 29.
Viss tú vilt vita meira um kríggið hjá Gudi, sum fer at gera enda á øllum kríggjum, kanst tú lesa greinina „Hvat er Harmageddonkríggið?“
a ACLED Conflict Index, „Ranking violent conflict levels across the world“, januar 2024