Hvussu kann mann klára seg fyri minni?
Farsóttir, náttúruvanlukkur, politiskur ófriður og vápnaðir bardagar kunnu skjótt broyta fíggjarstøðuna hjá fólki. Hevur nakað av hesum gjørt, at tú ert blivin noyddur at klára teg fyri minni? Um so er, kann tað sjálvsagt vera strævið, men í Bíbliuni eru góð ráð, sum kunnu hjálpa tær at fáa endarnar at røkka saman.
1. Tú mást góðtaka støðuna
Meginregla í Bíbliuni: ’Eg havi lært at hava almikið og at hava ov lítið.’ – Filippibrævið 4:12, Nýggi Sáttmálin.
Sjálvt um tú ikki hevur so nógvar pengar longur, kanst tú royna at laga teg eftir tí nýggju støðuni. Jú fyrr tú góðtekur støðuna og byrjar at gera broytingar, jú lættari verður tað hjá tær og familjuni.
Royn at finna út av, hvørja fíggjarliga hjálp myndugleikar og aðrir felagsskapir bjóða. Og tað er ofta gott at søkja um sovorðna hjálp so skjótt sum møguligt.
2. Øll í familjuni kunnu gera sítt
Meginregla í Bíbliuni: „Verða ikki ráð hildin, bresta ætlanir, men har sum nógvir ráðgevarar eru, fáa tær framgongd.“ – Orðtøkini 15:22.
Tosa við makan og børnini um støðuna. Tað kann hjálpa teimum at skilja, hví tit øll mugu gera nakrar broytingar. Tá ið øll í familjuni gera sítt til at spara, fáa tit meira burtur úr pengunum.
3. Ger eitt búskett
Meginregla í Bíbliuni: ’Set teg niður og rokna út, hvussu mikið tað fer at kosta.’ – Lukas 14:28.
Tá ið mann er noyddur at klára seg fyri minni, er tað øgiliga viktigt at vita, hvar hvør einasta króna fer. Tit kunnu byrja við at skriva niður, hvussu nógvar pengar tit rokna við at tjena hvønn mánað. So kunnu tit skriva allar tær føstu útreiðslurnar niður og tað, sum tit annars plaga at brúka av pengum, sjálvt um tit vita, at her mugu tit helst gera nakrar broytingar. Roynið eisini at seta eina upphædd av hvønn mánað til óvæntaðar útreiðslur.
Prei: Minst til at rokna smátingini við eisini. Tú verður kanska bilsin um, hvussu nógvar pengar tað kann blíva til yvir eitt longri tíðarskeið. Ein maður, sum gjørdi hetta her, uppdagaði, at hann brúkti fleiri túsund krónur upp á tyggigummi um árið!
4. Finn út av, hvørjar útreiðslur hava størstan týdning
Meginregla í Bíbliuni: ’Dømið um, hvat beinast er.’ – Filippibrævið 1:10.
Tit kunnu samanbera tykkara inntøkur við útreiðslurnar. Og finnið so út av, hvat tit kunnu brúka minni pengar uppá ella slett ikki brúka pengar uppá. Tað kann hjálpa tykkum at fáa alt at hanga saman. Her eru nøkur øki, tit kunnu hyggja nærri at:
Transportur. Viss tit eiga meira enn ein bil, kundu tit so kanska selt annan? Viss tit eiga ein dýran bil, kundu tit so fingið tykkum ein bíligari í staðin? Høvdu tit kunnað klárað tykkum uttan bil og koyrt við almennu ferðsluni ella súkklað?
Undirhald. Kunnu tit, í minsta lagi í eina tíð, strika nakrar sjónvarpspakkar ella stroymingartænastur, sum tit betala fyri? Ber tað til at finna nøkur bíligari alternativ? Kanska ber tað til at lána filmar, e-bøkur og ljóðbøkur á bókasavninum púra ókeypis.
Vatn- og orkunýtsla. Prátið saman í familjuni um, hvussu tit kunnu minka um útreiðslurnar í sambandi við vatn, hita og elektrisitet. At sløkkja ljósið eftir sær og brúka minni tíð undir brúsuni ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tit kunnu faktiskt spara nógvar pengar, viss tit gera tað.
Matur. Tað er betri at gera mat heima enn at fara út at eta. Ger eina matætlan, keyp størri nøgdir og ger mat til fleiri dagar í senn. Og minst til at brúka restirnar. Ger ein innkeypslista, tí so keypa tit ikki meira enn neyðugt. Tað er ofta bíligari at keypa frukt og grønmeti eftir árstíðini. Kanska kundu tit enntá dyrkað eitt sindur av grønmeti sjálvi. Lat vera við at keypa ósunnan mat.
Klæðir. Keyp bara klæðir, tá ið tey gomlu eru slitin, og ikki tí tú vilt fylgja nýggjasta mótanum. Keyp klæðir á útsølu ella vita, um tú finnur okkurt snøgt og pent í einum endurnýtsluhandli. Viss tað ber til, kanst tú turka klæðir uttandura ella á einum turkistativi. Tað er bíligari enn at brúka turkitrumluna.
Tað, sum tú ynskir tær. Áðrenn tú keypir okkurt, mást tú spyrja teg sjálvan: „Havi eg ráð til tað? Havi eg virkuliga brúk fyri tí?“ Ber tað til at bíða eitt sindur við at uppgradera ella útskifta ymisk tól og elektroniskar eindir? Ber tað eisini til at bíða við at skifta bilin út? Og hevur tú kanska okkurt at selja, sum tú ikki brúkar longur ella hevur brúk fyri? Soleiðis kanst tú bæði gera lívið meira einfalt og fáa fleiri pengar.
Prei: Viss tín inntøka knappliga minkar nógv, kann tað vera ein motivatión til at sleppa tær av við ringar og dýrar vanar, sum til dømis at roykja, spæla um pengar og drekka for nógv alkohol. At gera sovorðnar broytingar er ikki bara gott fyri fíggjarstøðuna, men eisini fyri lívsgóðskuna.
5. Hugsa um tað andaliga
Meginregla í Bíbliuni: „Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ – Lukas 11:28.
Í Bíbliuni standa hesi vísu orðini: „At vera í vísdómsskugga er sum at vera í peningaskugga; men kunnskapurin hevur tað framum, at vísdómurin heldur honum á lívi, sum eigur hann.“ (Prædikarin 7:12) Bíblian er full av vísdómi, og nógv siga, at tey stúra minni um tað fíggjarliga, tá ið tey fylgja teimum góðu ráðunum í henni. – Matteus 6:31, 32.