Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

panitan/stock.adobe.com

ÁTAK Í SAMBANDI VIÐ MINNINGARHØGTÍÐINA

Jesus fer at gera enda á fátækradømi

Jesus fer at gera enda á fátækradømi

 Tá ið Jesus var á jørðini, sást tað týðiliga, at hann var øgiliga góður við menniskju, serliga við tey fátæku og illa støddu. (Matteus 9:36) Hann gav enntá sítt lív fyri onnur. (Matteus 20:28; Jóhannes 15:13) Skjótt fer hann aftur at vísa, hvussu góður hann er við menniskjuni. Sum kongur í Guds ríki fer hann at gera enda á fátækradømi um alla jørðina.

 Við hesum vøkru orðunum lýsir Bíblian, hvat Jesus fer at gera:

  •   „Hann skal fáa hinum ørmu av fólkinum rætt; Hann skal frelsa børn hins fátæka.“ – Sálmur 72:4.

 Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom fyri alt tað, sum Jesus hevur gjørt og fer at gera fyri okkum? Í Lukas 22:19 síggja vit, at Jesus segði við lærisveinarnar, at teir skuldu minnast hansara deyða. Tað er orsøkin til, at Jehova vitni hvørt ár koma saman á ársdegnum fyri hansara deyða. Tú ert hjartaliga vælkomin at minnast deyða Jesusar saman við okkum sunnudagin 24. mars 2024.

Hvar verður minningarhøgtíðin?