VER VAKIN!
Ógvisligir jarðskjálvtar í Turkalandi og Sýria – hvat sigur Bíblian?
Mánadagin 6. februar 2023 raktu ógvisligir jarðskjálvtar Turkaland og Sýria.
„Ein harður jarðskjálvti, sum rakti Turkaland og útnyrðingspartin av Sýria mánadagin, kravdi meira enn 3.700 mannalív. Tað var øgiliga kalt í veðrinum, og tað gjørdi støðuna enn verri hjá teimum túsundtals menniskjunum, sum blivu løstað ella mistu hús og heim. Kalda veðrið tálmaði eisini leitingararbeiðinum.“ – Reuters, 6. februar 2023.
Vit verða so kedd, tá ið vit lesa um sovorðnar ræðuligar vanlukkur. Men í slíkum tíðum kunnu vit venda okkum til Jehova, sum er „Gud alrar troystar“. (2. Korintbræv 1:3) Hann troystar okkum millum annað gjøgnum Bíbliuna og gevur okkum vón. – Rómbrævið 15:4.
Hvat sigur Bíblian um …
jarðskjálvtar á okkara døgum?
hvussu vit kunnu fáa troyst og vón?
hvussu Gud fer at beina fyri sorg og pínu?
Tú finnur svarini í hesum greinunum:
a Jehova er Guds navn. – Sálmur 83:18, New World Translation.