Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

ilbusca/E+ via Getty Images

VER VAKIN!

Hví klára menniskju ikki at skapa frið? Hvat sigur Bíblian?

Hví klára menniskju ikki at skapa frið? Hvat sigur Bíblian?

 Heimsins leiðarar og altjóða felagsskapir hava ikki klárað at skapa frið. Síðani seinna heimsbardaga hevur ongantíð verið so nógvur ófriður sum nú. Umleið tvær milliardir, altso ein fjórðingur av heimsins íbúgvum, búgva í økjum, sum eru ávirkað av bardøgum.

 Hví klára menniskju ikki at skapa frið? Hvat sigur Bíblian?

Tríggjar orsøkir til, at menniskju ikki klára at skapa frið

  1.  1. Nógv hava ein hugburð, sum ger, at tey ikki so frægt sum royna at skapa frið. Bíblian hevur sagt um okkara tíð, at fólk skuldu vera ’sjálvkær, pengagramm, reyput, hástór, gudleys, hatsk, og ikki hava fyrilit við nøkrum, vera harðrend, snarsint [og] erpin’. – 2. Timoteusarbræv 3:2-4, Nýggi Sáttmálin.

  2.  2. Uttan mun til um menniskju royna at loysa heimsins trupulleikar sum einstaklingar ella samstarva um tað, klára tey tað ikki uttan hjálp frá Jehova a Gudi, sum hevur skapt tey. Bíblian sigur, at menniskju ikki eingongd eru ment at stýra sínum egnu fetum. – Jeremias 10:23.

  3.  3. Heimurin verður ávirkaður av Satani Djevulinum, sum bæði er óndur og máttmikil, og sum „villleiðir allan heimin“. (Opinberingin 12:9) So leingi sum „allur heimurin er í valdinum hjá tí ónda“, sleppa vit ikki undan kríggi og ófriði. – 1. Jóhannesarbræv 5:19, Nýggi Sáttmálin.

Hvør er førur fyri at skapa frið?

 Bíblian vísir týðiliga, at tað verður friður á jørðini, men at tað er Gud, sum syrgir fyri tí, og ikki menniskju.

  •   „Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.“ – Jeremias 29:11.

 Hvussu fer Gud at skapa frið? Bíblian sigur: „Gud friðarins skal skjótt sora Satan.“ (Rómbrævið 16:20) Gud hevur eina stjórn í himli, sum Bíblian rópar „Guds ríki“, og við henni fer hann at skapa frið á allari jørðini. (Lukas 4:43) Kongurin í tí ríkinum er Jesus Kristus, og hann skal læra menniskju at liva saman í friði. – Esaias 9:6, 7.

a Jehova er Guds navn. – Sálmur 83:18, New World Translation.