Sigur Bíblian, at mann skal vera tolerantur?
„Toleransa er ein treyt fyri friði.“ – UNESCO Declaration of Principles on Tolerance, 1995.
Intoleransa kann hinvegin føra til hatur og manglandi virðing, og tað hevur ofta haturstalu, mismun og harðskap við sær.
Men tað er ymiskt, hvat fólk halda, at toleransa er. Nøkur halda, at ein, sum er tolerantur, eigur at góðtaka og dáma alt, sum onnur gera. Onnur halda, at mann er tolerantur, viss mann virðir rættin hjá øðrum at velja sínar egnu normar og sína egnu trúgv, sjálvt um mann ikki sjálvur hevur somu meining. Og hetta seinasta er nakað, sum Bíblian tekur undir við.
Kann Bíblian hjálpa menniskjum at blíva meira tolerant?
Hvat sigur Bíblian um toleransu?
Bíblian gongur inn fyri toleransu og vísir, at vit eiga at vera rímilig móti øllum. (Filippibrævið 4:5, New World Translation) Hon eggjar okkum til at vera umhugsin, fólkalig og rættvís móti øðrum. Sjálvt um vit kanska ikki altíð taka undir við, hvussu onnur velja at liva sítt lív, virða vit, at tey kunnu gera, sum tey vilja.
Bíblian vísir tó, at Gud hevur ásett nakrar normar fyri, hvussu hann heldur, at menniskju eiga at liva. Hon sigur: „[Gud] hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er!“ (Mika 6:8) Gjøgnum Bíbliuna hevur Gud givið okkum vegleiðing, sum kann hjálpa okkum at fáa eitt so gott og lukkuligt lív, sum møguligt. – Esaias 48:17, 18.
Gud hevur ikki givið okkum rætt til at døma onnur. Bíblian sigur: „Ein er lóggevarin og dómarin, … men tú, hvør ert tú, ið dømir næsta tín!“ (Jákupsbrævið 4:12) Gud hevur givið okkum frælsi til sjálvi at taka avgerðir, sum vit eisini mugu taka avleiðingarnar av. – 5. Mósebók 30:19.
Hvat sigur Bíblian um virðing?
Bíblian sigur, at vit skulu ’virða øll’. (1. Pætursbræv 2:17, Nýggi Sáttmálin) Tey, sum velja at fylgja tí, sum Bíblian sigur, vísa øllum menniskjum virðing, líkamikið hvat tey trúgva upp á, ella hvussu tey velja at liva sítt lív. (Lukas 6:31) Tað vil ikki siga, at tey, sum fylgja Bíbliuni, eru samd við onnur um alt ella taka undir við øllum tí, tey gera. Men hóast tað royna tey altíð at vera fólkalig og at gera sítt besta fyri at vera sum Jesus, ið var blíður við øll.
Einaferð møtti Jesus einari kvinnu, sum trúði upp á nakað annað enn hann. Kvinnan búði eisini saman við einum manni, sum hon ikki var gift við, og tað var ikki nakað, sum Jesus gekk inn fyri. Men kortini vísti hann henni virðing, tá ið hann prátaði við hana. – Jóhannes 4:9, 17-24.
Akkurát sum Jesus vilja kristin gjarna fortelja øðrum um sína trúgv, men tey gera tað „við djúpari virðing“. (1. Pætursbræv 3:15, New World Translation) Bíblian sigur ikki, at mann skal tvinga onnur at halda tað sama sum ein sjálvur. Nei, hon sigur, at tey, sum fylgja Jesusi, ’ikki eiga at stríðast, men vera mild við øll,’ eisini tey sum trúgva upp á nakað annað. – 2. Timoteusarbræv 2:24.
Hvat sigur Bíblian um hatur?
Bíblian sigur, at vit skulu ’stevna eftir friði við øll’. (Hebrearabrævið 12:14) Ein, sum stevnir eftir friði, hatar ikki onnur. Hann ger alt fyri at halda frið við onnur, tó uttan at ganga ímóti síni egnu sannføring. (Matteus 5:9) Bíblian sigur faktiskt, at kristin skulu elska sínar fíggindar og vera blíð við tey, sum fara illa við teimum. – Matteus 5:44.
Tað er rætt, at Bíblian sigur, at Gud hatar, at onkur ikki vísir øðrum virðing ella ger nakað fyri at skaða tey. (Orðtøkini 6:16-19) Men tað, sum hann hatar, er skeivar gerðir, ikki menniskju. Bíblian vísir, at Gud er villigur at fyrigeva og hjálpa teimum, sum gjarna vilja broyta seg og fylgja hansara normum. – Esaias 55:7.
Bíbliuørindi um toleransu og virðing
Titusarbrævið 3:2: ’Verið mild [ella rímilig, New World Translation] og vísið øllum menniskjum alt spakføri!’
Ein, sum er rímiligur, vísir altíð virðing, tá ið onnur siga sína meining, og hann er blíður og mildur við øll.
Matteus 7:12: „Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.“
Okkum dámar øllum væl, at onnur vísa okkum virðing og hugsa um okkara kenslur. Í greinini „Hvat er gylta reglan?“ kanst tú lesa meira um, hvussu mann kann fylgja hesum kendu orðunum hjá Jesusi.
Josva 24:15: „Veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna.“
Vit virða, at onnur hava rætt til at gera, sum tey vilja, tí tað skapar frið.
Ápostlasøgan 10:34: „Gud ger ikki mannamun.“
Gud er góður við øll, uttan mun til mentan, rasu, bakgrund, tjóðskap ella kyn. Tey, sum vilja taka eftir Gudi, hava virðing fyri øllum menniskjum.
Habakkuk 1:12, 13, New World Translation: „[Gud] orkar ikki at síggja óndskap.“
Tað er mark fyri, hvussu tolerantur Gud er. Hann fer ikki at loyva óndum menniskjum at bera seg illa at í allar ævir. Tú fært meira at vita í videounum Hví loyvir Gud líðingum?
Rómbrævið 12:19: „Mær hoyrir hevndin til, Eg skal løna aftur! sigur Harrin.“
Jehova a Gud hevur ikki givið nøkrum rætt til at hevna seg. Hann fer sjálvur at syrgja fyri, at rættvísi verður framt í rættari tíð. Tú fært meira at vita í greinini „Vil vi nogensinde komme til at opleve fuldstændig retfærdighed?“
a Jehova er Guds navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Les greinina „Hvør er Jehova?“