LÍVIÐ SUM KRISTIN
Lær meira um Eitt gott lív nú og í allar ævir
Dámar tær væl at brúka videoini og persónligu spurningarnar í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir? Og hvussu við punktunum „Nøkur siga,“ „Mál“ og „Hygg at hesum“? Hvat er annars gott at brúka í bókini, tá ið mann leiðir ein bíbliulestur? – Mt 28:19, 20.
Video og eykatilfar: Kanska dámar tær best at brúka prentaðu útgávuna, tá ið tú leiðir ein bíbliulestur. Men hvussu finnur tú so lættast øll videoini og eykatilfarið? Tað gert tú við at hyggja í ta elektronisku útgávuna. Vel ein av teimum fýra høvuðspørtunum og hygg niðast á síðuni. Har er alt tilfarið, sum hoyrir til tann høvuðspartin. (Sí mynd 1.)
Stillingin „Trykt udgave“: Viss tú til dømis brúkar ein teldil, tá ið tú lesur við onkrum, er tað kanska ein hjálp hjá tær av og á at brúka stillingina „Trykt udgave“. Tað kanst tú gera, meðan tú ert í einum parti. Tú skalt trýsta á teir tríggjar prikkarnar, sum eru ovast á síðuni, og velja „Trykt udgave“. At síggja ta uppsetingina av tilfarinum kann hjálpa tær at fáa eitt yvirlit yvir, hvussu tey ymisku punktini hanga saman við heitinum á partinum. Fyri at venda aftur til elektronisku útgávuna, kanst tú trýsta á teir tríggjar prikkarnar aftur og velja „Digital udgave“.
„Eri eg klárur?“: Rammurnar síðst í høvuðsparti 4 nevna í stuttum, hvat mann skal liva upp til fyri at blíva ódoyptur boðari og seinni blíva doyptur. (Sí mynd 2.)
Endagreinar: Í endagreinunum verður greitt nærri frá ymiskum evnum. Eftir hvørja endagrein í elektronisku bókini er eitt leinki, sum førir teg aftur til partin, tú vart í holt við. (Sí mynd 2.)
Tað er viktigt, at tú lesur bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir lidna saman við næminginum, eisini sjálvt um hann verður doyptur, áðrenn tit eru liðug. Tú kanst blíva við at skriva tíðina, afturvitjanirnar og bíbliulesturin á fráboðanina, sjálvt um næmingurin er blivin doyptur. Viss tú hevur ein annan boðara við tær, kann hann eisini skriva tíðina.