LÍVIÐ SUM KRISTIN
Kanst tú geva av tíni tíð og orku?
Sum Esaias profeteraði, síggja vit størri vøkstur enn nakrantíð áður í jarðiska partinum av samskipanini hjá Jehova. (Es 54:2) Hetta hevur við sær, at vit mugu byggja nýggjar ríkissalir, stevnuhallir og deildarskrivstovur. Bygningarnir skulu haldast við líka, og við tíðini skulu summir av teimum umvælast. Hvussu kunnu vit geva av okkara tíð og orku í hesum sambandinum?
-
Vit kunnu hjálpa, tá ið okkara tænastubólkur skal vaska ríkissalin
-
Vit kunnu melda okkum til at læra at halda okkara ríkissal við líka
-
Vit kunnu fylla umsóknina Ansøgning om at blive frivillig byggearbejder under Den Lokale Bygge- og Projekteringsafdeling (DC-50) út fyri at hjálpa til av og á við byggi- og viðlíkahaldsverkætlanum nærindis okkara samkomu
-
Vit kunnu fylla umsóknina Ansøgning om at tjene som frivillig (A-19) út fyri at hjálpa til á Betel ella í sambandi við aðrar teokratiskar byggiverkætlanir í eina viku ella meira
HYGG AT FILMINUM NYT BYGGEPROJEKT PÅ VEJ – UDDRAG, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvussu nógv brúka vit filmar nú í mun til áðrenn 2014?
-
Hvør verkætlan er sett í verk fyri at nøkta vaksandi tørvin á filmsframleiðslu, og nær skal hon byrja og enda?
-
Hvat kunnu sjálvboðin gera fyri at hjálpa til í hesi verkætlanini?
-
Hví skulu vit fylla eina umsókn út (DC-50) og hjálpa til í lokalum byggiverkætlanum, um vit gjarna vilja vera við í einari stórari byggiverkætlan?
-
Hvørji prógv hava verið um, at Jehova leiðir hesa verkætlanina?
-
Hvussu kunnu vit stuðla verkætlanini, hóast vit ikki kunnu vera við í sjálvari byggingini?