Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Lat títt lív vera til prís fyri Jehova

Lat títt lív vera til prís fyri Jehova

Lívið er ein dýrabar gáva. Hvussu vit brúka hesa gávuna, vísir, hvussu nógv vit leggja í hana. Sum Jehova vitni royna vit við okkara evnum og førleikum at æra og dýrmeta Jehova, lívgevaran. (Slm 36:10; Opb 4:11) Men dagligar stúranir í hesum ónda heimi kunnu lættliga skúgva tað andaliga til viks. (Mrk 4:18, 19) Vit eiga øll at spyrja okkum sjálv: ’Gevi eg veruliga Jehova tað besta? (Hos 14:3) Hvussu ávirkar mítt arbeiði tænastuna fyri Jehova? Hvørji andalig mál havi eg? Hvussu kann eg gera meira í tænastuni?’ Um tú heldur, at okkurt kundi verið gjørt betur, kanst tú biðja Jehova hjálpa tær at gera tær neyðugu broytingarnar. At prísa Jehova hvønn dag, fer avgjørt at geva tær eitt gott og lukkuligt lív. – Slm 61:9.

Hvørjum gevur tú tíni evni?

HYGG AT FILMINUM BRUG DINE EVNER I TJENESTEN FOR JEHOVA, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hví er lítið skil í at bjóða heiminum hjá Satani tíni evni? (1Jóh 2:17)

  • Hvussu verða tey signað, sum geva Jehova tað besta?

  • Í hvørjari heilagari tænastu kanst tú brúka tíni evni og førleikar?