Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Trúfesti og okkara tankar

Trúfesti og okkara tankar

Vit vísa, at vit eru trúføst móti Jehova við at gera tað, sum er rætt, men eisini við at hugsa um tað, sum er rætt. (Slm 19:15) Tí sigur Bíblian, at vit skulu royna at hugsa um alt, sum er satt, sámiligt, rætt, reint, elskuligt, alt, sum væl verður talað um, allar góðar eginleikar, og alt, sum er vert at rósa fyri. (Flp 4:8) Vit kunnu ikki altíð forða fyri, at vit knappliga hugsa um okkurt, sum er skeivt. Men sjálvstamarhald kann hjálpa okkum at skifta skeivar tankar út við góðar tankar. Viss vit eru trúføst í okkara tonkum, verður tað lættari hjá okkum at vera trúføst í okkara gerðum. – Mrk 7:21-23.

Skriva tað niður, sum vit ikki eiga at hugsa um sambært hesum ørindunum:

Róm 12:3

Luk 12:15

Mt 5:28

Flp 3:13-14