Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Samstarv í fleirmæltum øki

Samstarv í fleirmæltum øki

Fólk taka ofta lættari við boðskapinum um Guds ríki, tá ið hann verður borin fram á teirra egna máli. Kanska er tað grundin til, at Jehova á hvítusunnudegnum í ár 33 gjørdi tað so, at gudsóttandi ’jødar av øllum fólkasløgum undir himli’ hoyrdu tey góðu tíðindini á sínum ’egna máli’, hóast teir allarhelst høvdu eitt felags mál, eitt nú hebraiskt ella grikskt. (Áps 2:5, 8) Har, sum fleiri mál verða tosað í dag, boða samkomur, sum halda møti á ymiskum málum, kanska í sama øki. Hvussu kunnu boðarar í slíkum samkomum samstarva um at vitja øll í økinum, uttan at teir koma at vitja tey somu fólkini óneyðuga, so tey verða irriterað?

  • Samráð. (Orð 15:22) Tænastuumsjónarmenninir eiga at samráðast og koma ásamt um eina skipan fyri, hvussu tey góðu tíðindini skulu boðast. Er økið hjá samkomum, sum boða á øðrum málum, avmarkað, vilja tær allarhelst, at vit leypa vitjanir um, sum hoyra til teirra øki. Men um tær ikki fáa vitjað øll í sínum øki regluliga, tí vitjanirnar eru sera spjaddar, vilja tær kanska heldur, at vit ikki leypa vitjanir um, men siga teimum frá, tá ið onkur í teirra øki er áhugaður. (od-D 93 stk. 37) Tað kann eisini vera, at tær biðja okkara samkomu hjálpa til við at finna fólk, sum tosa eitt ávíst mál, og hvørs adressur kunnu førast yvir á teirra øki. Men minst til, at í nøkrum húskjum verða fleiri mál tosað. Tað, sum verður gjørt fyri at tryggja, at øll í økinum verða vitjað, skal samsvara við galdandi lógir um verju av persónsupplýsingum.

  • Samstarv. (Ef 4:16) Ger tær ómak at fylgja leiðbeiningini frá tænastuumsjónarmanninum. Hevur tú ein bíbliulestur við onkrum, sum helst vil tosa eitt annað mál enn tað, sum verður tosað í tínari samkomu? Næmingurin ger helst skjótari framstig, um tú letur onkran úr eini grannasamkomu ella bólki, sum tosar hansara mál, lesa við honum.

  • Fyrireiking. (Orð 15:28; 16:1) Tosar onkur í tínum øki eitt annað mál, eigur tú at gera títt besta fyri at siga honum frá gleðiboðskapinum. Tú kanst fyrireika teg við at hugsa um, hvørji mál verða tosað í tínum øki og so taka bíbliuumsetingar og filmar á teimum málunum niður á fartólið hjá tær. Tú kanst eisini brúka JW Language appina og læra teg nakrar heilsanir á ymiskum málum.