Heilagi andin verður útheltur yvir kristnu samkomuna
Nógvir jødar, sum vóru í Jerusalem á hvítusunnudegnum í ár 33, komu úr øðrum tjóðum. (Áps 2:9-11) Sjálvt um teir hildu Móselógina, høvdu teir kanska búð í einum fremmandum landi alt lívið. (Jer 44:1) Tí hava nakrir av teimum kanska líkst meira fólkunum í landinum, teir komu úr, og tosað meira sum tey enn sum jødar. Tá ið 3.000 av hesum fólkunum úr ymiskum tjóðum blivu doypt, gjørdist kristna samkoman knappliga meira fjølbroytt. Hóast tey høvdu so ymiska bakgrund, komu tey „áhaldandi í templið av einum hjarta“. – Áps 2:46.
Hvussu kanst tú vísa áhuga fyri ...
-
fólki í tínum øki, sum eru úr øðrum londum?
-
brøðrum og systrum í samkomuni, sum eru úr øðrum londum?