Trúføst eldri kunnu styrkja tína trúgv
Tá ið tey eldru fortelja okkum um tað undurfulla, tey hava sæð Jehova gera nú á síðstu døgum, styrkir tað okkara trúgv á Jehova og hansara lyfti. (Slm 71:17, 18) Um eldri brøður og systrar eru í tínari samkomu, kanst tú spyrja tey ...
-
hvussu Jehova hevur hjálpt teimum at verða verandi trúføst hóast avbjóðingar
-
hvussu tað hevur verið at síggja talið á boðarum vaksa ár um ár
-
hvørja gleði tey hava følt, tá ið samskipanin hevur fingið eina greiðari fatan av einari læru í Bíbliuni
-
hvørjar broytingar til tað betra í samskipanini hjá Jehova, tey hava upplivað