Stolti Farao framdi Guds vilja uttan at vita av tí
Egyptiskir faraonar hildu seg vera gudar. Tað hjálpir okkum at skilja, hví Farao var so stoltur, at hann ikki vildi lurta eftir Mósesi og Ároni og heldur ikki eftir sínum egnu spámonnum.
Lurtar tú, tá ið onnur koma við uppskotum? Ert tú takksamur, tá ið onnur vegleiða teg? Ella heldur tú, at tú altíð hevur rætt? Bíblian sigur: ’Framman undan falli gongur stoltleiki.’ (Orð 16:18) Tað hevur altso stóran týdning, at vit ikki eru stolt.