Latið tykkum úr hinum gamla og í hitt nýggja
Mátti tú broyta teg nógv, tá ið tú komst við í sannleikan? Tú kanst vera vísur í, at Jehova gleddist um, at tú gjørdi tær neyðugu broytingarnar. (Ezk 33:11) Men tað krevur veruliga nakað at halda gamla persónleikanum niðri og at blíva við at halda fast við tann nýggja. Svara hesum spurningunum fyri at vita, á hvørjum økjum tú kanst gera okkurt betur:
-
Beri eg agg til onkran, sum hevur gjørt mær órætt?
-
Eri eg tolin, sjálvt tá ið eg havi skund ella eri móður?
-
Um eg fái ein siðleysan tanka, skúgvi eg hann so til viks beinanvegin?
-
Hugsi eg negativt um fólk, sum eru av eini aðrari rasu ella hava ein annan tjóðskap?
-
Havi eg nýliga tosað óvinaliga við nakran ella skeldað onkran?