Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Fyrireika teg til eina neyðstøðu, sum krevur læknahjálp

Fyrireika teg til eina neyðstøðu, sum krevur læknahjálp

Hví skalt tú fyrireika teg? Vanlukkur og sjúkur kunnu raka okkum øll, og tað kann henda knappliga. Tí mást tú tryggja tær frammanundan, at tú fært ta bestu læknaviðgerðina yvirhøvur. Soleiðis vísir tú, at tú hevur virðing fyri lívinum og Guds boðum um blóð. – Áps 15:28, 29.

Hvussu kanst tú fyrireika teg?

  • Bið til Jehova, og ger tær ómak, tá ið tú útfyllir skjalið Boðskriv og fulltrú viðvíkjandi læknaviðgerð. a Doyptir boðarar kunnu fara til bókaborðið og biðja um eitt boðskriv. Teir kunnu eisini biðja um Samleikakort til børnini

  • Viss tú ert upp á vegin, kanst tú biðja teir elstu um eitt eintak av Information til gravide (S-401). Hetta fer at hjálpa tær at taka góðar avgerðir í sambandi við læknaviðgerð í viðgongutíðini ella undir barnsburði

  • Sig tað við teir elstu, viss tú veitst, at tú skalt innleggjast ella hava eina læknaviðgerð, har blóðspurningurin kann stinga seg upp. Kunna eisini tey á sjúkrahúsinum um, at Jehova vitni gjarna mugu vitja teg

Hvussu kunnu teir elstu hjálpa? Teir kunnu hjálpa tær at útfylla boðskrivið. Men teir fara ikki at taka avgerð um læknaviðgerðir fyri teg ella siga sína meining um nakað, sum er ein persónlig avgerð. (Róm 14:12; Gal 6:5) Tá ið tú boðar teimum elstu frá, at tú skalt hava onkra viðgerð, har blóðspurningurin kann stinga seg upp, fara teir beinanvegin at seta seg í samband við samskiftisnevndina til sjúkrahús.

Hvussu kann samskiftisnevndin til sjúkrahús hjálpa? Brøðurnir í samskiftisnevndini eru upplærdir til at hjálpa sjúkrahússtarvsfólkum og myndugleikum at skilja okkara áskoðan á blóð. Teir kunnu tosa við læknarnar um ymiskar viðgerðir uttan blóð. Teir kunnu eisini hjálpa tær at finna ein lækna, sum vil samstarva.

HYGG AT VIDEONUM TRÆF GODE BESLUTNINGER ANGÅENDE LÆGEBEHANDLING OG BLOD, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGINUM:

  • Hvussu kanst tú fyrireika teg til eina neyðstøðu, sum krevur læknahjálp?

a Partur 39 í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir kann hjálpa tær at taka góðar avgerðir um viðgerðir