Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Hvussu kunnu hjún styrkja hjúnabandið?

Hvussu kunnu hjún styrkja hjúnabandið?

Ábraham og Sára eru góð dømi um hjún, sum elskaðu og virdu hvørt annað. (1Mós 12:11-13; 1Pæt 3:6) Kortini var hjúnabandið hjá teimum ikki fullkomið, og tey fingu ymiskar trupulleikar at stríðast við. Hvat kunnu hjún læra av Ábrahami og Sáru?

Tað er gott at tosa saman. Tak tað ikki illa upp, tá ið hjúnafelagin sigur okkurt keðiligt, tí viðkomandi er irriteraður ella illa fyri. (1Mós 16:5, 6) Setið tykkum fyri at brúka tíð saman. Tú mást í orð og gerð vissa hjúnafelagan um, at tú elskar hann. Og fram um alt mugu tit hava Jehova við í hjúnabandinum. Tað fáa tit við at lesa saman, biðja saman og tilbiðja hann saman. (Præd 4:12) Eitt gott hjúnaband ærir Jehova – hann, sum hevur stovnað hjúnabandið.

HYGG AT FILMINUM HVORDAN MAN KAN STYRKE SIT ÆGTESKAB, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat vísti, at Filip og Linda ikki longur høvdu tað so gott saman?

  • Hví er tað umráðandi at tosa opið og ærliga saman?

  • Hvussu hjálpti tað Filip og Lindu at hugsa um Ábraham og Sáru?

  • Hvat gjørdu Filip og Linda fyri at styrkja hjúnabandið?

  • Hví mugu maður og kona ikki vænta, at hjúnafelagin er fullkomin?

Tit kunnu styrkja hjúnabandið!