Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

DÝRGRIPIR ÚR GUDS ORÐI | ESAIAS 63-66

Nýggir himlar og nýggj jørð geva stóra gleði

Nýggir himlar og nýggj jørð geva stóra gleði

Lyfti Guds í Esaias kapittul 65 um at skapa alt nýtt er so álítandi, at Jehova umtalar tað, sum var tað longu gingið út.

Jehova skapar nýggjar himlar og nýggja jørð, og hitt fyrra ikki skal verða minst

65:17

Hvat eru nýggju himlarnir?

  • Ein nýggj stjórn, sum fer at skapa rættvísi á jørðini

  • Hon varð stovnað í 1914, tá ið Kristus gjørdist kongur í Guds ríki

Hvat er nýggja jørðin?

  • Eitt mannasamfelag av øllum tjóðum, rasum og tungumálum, sum fegið gevur seg undir stjórnarlagið í nýggju himmalsku stjórnini

Á hvønn hátt skal hitt fyrra ikki verða minst?

  • Orsakirnar til pínufull minni – kropsligar, sálarligar og kensluligar líðingar – verða ikki til longur

  • Tey trúføstu fara av sonnum at njóta lívið og gleðast um tey góðu minnini, tey fáa hvønn einasta dag