Sannir tilbiðjarar mugu vera reinir
Vit mugu vera rein bæði innan og uttan, um vit skulu halda okkum í kærleika Guds. Tað merkir, at vit mugu fylgja teimum normunum, sum Jehova hevur fyri kropsligan, moralskan og andaligan reinleika, uttan mun til hvat fólk í heiminum gera. Vit halda okkum frá øllum, sum okkara himmalski faðir sigur er óreint.
Hvussu gagnar tað mær, at eg ikki fylgi normunum í heiminum?