Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Prísa Jehova sum pionerur

Prísa Jehova sum pionerur

Ísraelsmenn høvdu sanniliga grund til at prísa Jehova. Hann hevði ført teir út úr Egyptalandi og bjargað teimum undan herinum hjá Farao. (2Mós 15:1, 2) Jehova ger eisini nógv gott fyri sítt fólk í dag. Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru takksom? – Slm 116:12.

Ein máti er at vera hjálparpionerur ella pionerur. Tú kanst biðja Jehova geva tær hug og styrki til at byrja í pionertænastuni. (Flp 2:13) Nógv royna at vera hjálparpionerar fyrst. Í mars og apríl og í mánaðunum, tá ið fylkisumsjónarmaðurin vitjar samkomuna, kanst tú velja at brúka antin 30 ella 50 tímar sum hjálparpionerur. Tá ið tú hevur upplivað gleðina við at vera hjálparpionerur, fært tú kanska hug at blíva pionerur. Sjálvt nøkur, sum arbeiða fulla tíð ella hava heilsutrupulleikar, hava verið før fyri at vera pionerar. (mwb16.07 8) Jehova hevur uppiborið, at vit gera okkara besta fyri at prísa honum! – 1Kr 16:25.

HYGG AT FILMINUM TRE SØSTRE I MONGOLIET, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvørjum avbjóðingum vunnu systrarnar á fyri at kunna byrja í pionertænastuni?

  • Hvørjar signingar hava tær fingið?

  • Hvørjar aðrar møguleikar at tæna Jehova fingu tær, meðan tær vóru pionerar?

  • Hvørja ávirkan hava systrarnar havt á onnur?