LÍVIÐ SUM KRISTIN
Góð verk, sum ikki verða gloymd
Tað ber til hjá øllum, sum tæna Jehova, at gera góð verk, sum hann ongantíð gloymir. Foreldur, ið elska síni børn, gloyma ongantíð tað góða, sum børnini gera. Jehova gloymir heldur ikki okkara verk og kærleikan, vit vísa hansara navni. (Mt 6:20; Heb 6:10) Tað er sjálvandi ymiskt, hvørji evni ella hvørjar umstøður vit hava. Men tá ið vit gera okkara besta í tænastuni fyri Jehova, skulu vit vera glað. (Gal 6:4; Kol 3:23) Gjøgnum árini hava túsundtals brøður og systrar tænt á Betel. Ber tað til hjá tær at tæna á Betel? Um ikki, kundi tú so eggjað onkrum øðrum til at royna tað, ella fært tú hjálpt einum, sum longu er á Betel, at halda fram í tí serligu tænastuni?
HYGG AT FILMINUM KAN DU GØRE DET TIL ET MÅL AT KOMME PÅ BETEL? OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:
-
Hvat skal geva tær hug at tæna á Betel?
-
Hvat siga summi um signingarnar, tey hava fingið við at tæna á Betel?
-
Hvørji eru krøvini fyri at tæna á Betel?
-
Hvussu kanst tú søkja um at sleppa á Betel?