Spurningar frá lesarunum
Spurningar frá lesarunum
Hví vilja Jehova vitni ikki skála, tá ið Bíblian einki sigur um tað?
Tað er ein gamal og væl kendur siður at skála við einum glasi av víni ella øðrum alkoholi. Og tað eru ymiskir mátar at skála upp á, til dømis skála nøkur við at lata gløsini nerta við hvørt annað. Tann, sum tekur stig til at skála, ynskir vanliga øðrum góða eydnu, góða heilsu, langt lív ella okkurt líknandi. Tey, sum eru við til at skála, vísa kanska, at tey eru samd í hesum við at siga skál ella lyfta glasið og drekka eitt sindur av víni. Nógv halda, at hetta er ein óskyldigur siður ella nakað, sum hoyrir við til vanligan fólkaskikk. Men góðar grundir eru til, at Jehova vitni ikki skála.
Tað er ikki tí, at Jehova vitni ikki vilja, at onnur skulu hava eina góða heilsu og vera lukkulig. Í fyrstu øld skrivaði stýrandi ráðið eitt bræv til allar samkomurnar, sum endaði við einum orði, ið kann umsetast við „havið góða heilsu“, „havið tað gott“ ella „livið væl“. (Ápostlasøgan 15:29) Og tá ið nakrir av Guds tænarum heilsaðu upp á ein kong, søgdu teir: „Harri mín … livi í allar ævir!“ ella: „Kongurin livi í allar ævir!“ – 1. Kongabók 1:31; Nehemias 2:3.
Men hvar stavar siðurin at skála frá? Vakttornið frá 15. juni 1968 siterar úr The Encyclopædia Britannica (1910, bind 13, síða 121). Har stendur: „Siðurin at ynskja øðrum eina góða heilsu við einum glasi av víni stavar helst frá einum gomlum átrúnaðarligum rituali, har mann drakk fyri at æra gudarnar og tey deyðu. Tá ið grikkar og rómverjar ótu, lótu teir gudunum drykkjuoffur og skálaðu fyri gudunum og teimum deyðu.“ Uppslagsverkið leggur aftrat: „Siðurin at drekka vín og ynskja menniskjum góða heilsu má hava verið tætt knýttur at hesum drykkjusiðunum.“
Er tað framvegis so? Ein bók um alkohol og mentan frá 1995 sigur: „[At skála] er helst ein leivd frá heidnum drykkjuofrum í forðum, har tey ofraðu ein heilagan drykk til gudarnar: blóð ella vín aftur fyri eitt ynski – eina bøn, sum endaði við orðunum ’leingi livi’ ella ’góða heilsu’.“ – International Handbook on Alcohol and Culture.
Tað at brúka nakrar lutir ella at fylgja nøkrum siðum, sum stava frá følskum átrúnaði í forðum, pjøvist ikki endiliga at vera skeivt. Vit kunnu taka eitt dømi. Eitt kent bíbliuleksikon sigur, at heidnir átrúnaðir í forðum brúktu granatepli í síni tilbiðing. Men kortini bað Gud ísraelsmenn um at pynta klæðini hjá høvuðsprestinum og súlurnar í templinum við granateplum. (2. Mósebók 28:33; 2. Kongabók 25:17) Eitt annað dømi er giftiringurin. Hann stavar helst frá følskum átrúnaði, men í dag hugsa fólk ikki, at ringurin hevur nakað við átrúnað at gera. Hann vísir bara, at mann er giftur.
Hvat sigur Bíblian um at brúka vín í sambandi við átrúnaðarlig ritual? Hon fortelur til dømis um nakrar menn úr Sikem, sum tilbóðu Ba’al. Teir „fóru inn í tempul guds síns, ótu og drukku og bannaðu Abimelek“, sum var sonur Gideon. (Dómararnir 9:22-28) Heldur tú, at ein tænari hjá Jehova hevði funnið upp á at drukkið vín og biðið Ba’al um at straffa Abimelek? Eitt annað dømi er frá eini tíð, tá ið nógv í Ísrael gjørdu uppreistur ímóti Jehova. Bíbliuskrivarin Amos segði: ’Teir strekkja seg hjá hvørjum altari, og vín, sum teir hava tikið í bót, drekka teir í húsi Guds síns.’ (Amos 2:8) Heldur tú, at Guds sonnu tilbiðjarar høvdu verið við til sovorðið, líkamikið um vínið bleiv ofrað til gudarnar ella bara drukkið fyri at æra teir? (Jeremias 7:18) Ella hevði ein sannur tænari hjá Gudi lyft eitt glas av víni upp ímóti himli og biðið Gud signað onkran?
Tað er áhugavert, at tey, sum tilbóðu Jehova, eisini av og á lyftu hendurnar upp ímóti himli og bóðu um, at okkurt skuldi ganga væl. Tey lyftu sínar hendur upp ímóti tí sanna Gudi. Bíblian sigur: „Sálomo [steig] fram fyri altar HARRANS, … breiddi út hendurnar ímóti himli og segði: ’HARRI Gud Ísraels! Eingin gudur er Tær líkur, … Tú skalt hoyra [ákallanina], har Tú býrt, í Himli, Tú skalt hoyra og fyrigeva.’“ (1. Kongabók 8:22, 23, 30) Og eitt annað stað stendur, at „Ezra lovaði HARRANUM, … og við upplyftum hondum svaraði alt fólkið: ’Amen, amen!’ Og tey boygdu seg og kastaðu seg niður fyri HARRANUM við andlitinum til jarðar“. (Nehemias 8:6; 1. Timoteusarbræv 2:8) Tað er greitt, at tey, sum tilbóðu Jehova, ikki lyftu hendurnar upp ímóti himli fyri at fáa eina signing frá einum øðrum gudi.
Tá ið fólk skála í dag, eru tað fá, sum halda, at tey biðja um eitt svar ella eina signing frá onkrum gudi. Men tey duga heldur ikki at forklára, hví tey so lyfta glasið upp ímóti himli, tá ið tey skála. Tað at tey ikki vita, hví tey skála, er eingin umbering hjá okkum fyri at gera tað sama.
Sum tú kanska veitst, so eru aðrir vanligir siðir, sum Jehova vitni ikki fylgja. Ein vanligur siður er til dømis at heilsa flagginum ella øðrum tjóðarímyndum, men tey, sum gera tað, hugsa ikki um, at tað faktiskt er eitt slag av tilbiðing. Vit royna ikki at forða øðrum í hesum, men vit vilja ikki sjálvi taka lut í tí. Og tá ið vit vita, at ein sovorðin siður verður fylgdur í sambandi við okkurt tiltak, lata vit kanska vera við at vera til staðar fyri ikki at vera øðrum til ástoyt. Vit hava undir øllum umstøðum sett okkum fyri, at vit ikki vilja taka lut í nøkrum tjóðskaparligum siðum, tí teir eru í stríð við tað, sum Bíblian sigur. (2. Mósebók 20:4, 5; 1. Jóhannesarbræv 5:21) Tað kann væl vera, at tey flestu ikki seta tað at skála í samband við nakað átrúnaðarligt, men vit hava góðar grundir til ikki at skála. Tað er í roynd og veru eitt gamalt átrúnaðarligt ritual og ein bøn til ’himmalin’ um signing. – 2. Mósebók 23:2.