Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

NUMMAR 4

Børn mugu læra at vera ábyrgdarfull

Børn mugu læra at vera ábyrgdarfull

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Fólk, sum eru ábyrgdarfull, eru álítandi. Tey gera tað, sum tey skulu, og verða liðug til tíðina.

Børn kunnu læra at vera ábyrgdarfull, longu meðan tey eru heilt lítil. „Tá ið børn eru fimtan mánaðir gomul, eru tey før fyri at hjálpa til, og tá ið tey eru átjan mánaðir gomul, fáa tey eisini hug at gera tað,“ stendur í bókini Parenting Without Borders. „Nógvastaðni byrja foreldur at læra børn at hjálpa til heima, tá ið tey eru millum fimm og sjey ára gomul, og sjálvt um tey eru smá, kunnu tey saktans hjálpa til við ymiskum.“

HVÍ ER TAÐ VIKTIGT?

Nøkur ung, sum royna at búgva fyri seg sjálvi, klára tað ikki so væl, og tí flyta tey heim aftur til mammu og babba. Av og á er tað tí, foreldrini ikki hava lært børnini at halda skil á pengum, at halda hús ella at taka ábyrgd í gerandisdegnum.

Tí er tað viktigt, at tit læra børnini at vera ábyrgdarfull nú, so tey vita, hvat verður kravt av teimum sum vaksin. „Viss børnini ikki klára seg uttan tykkum, tá ið tey verða átjan, fáa tey eitt sjokk, tá ið tey verða blakað út í tað veruliga lívið,“ stendur í bókini How to Raise an Adult.

HVUSSU KUNNU TIT LÆRA BØRNINI AT VERA ÁBYRGDARFULL?

Tit kunnu geva teimum uppgávur heima.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: ’Av øllum strevi fæst vinningur.’ – Orðtøkini 14:23, Dahl/Viderø.

Børn dáma væl at gera okkurt saman við foreldrunum. So hví ikki útnytta tað og lata tey hjálpa til heima?

Tað vilja nøkur foreldur helst ikki gera. Tey halda, at børnini longu hava so nógv skúlating, at tað hevði verið synd at givið teimum fleiri uppgávur.

Men børn, sum hjálpa til heima, klára seg ofta betur í skúlanum, tí tey hava lært at taka ábyrgd. Bókin Parenting Without Borders leggur aftrat: „Viss vit ikki lata børnini hjálpa til, tá ið tey eru smá og hava hug til tað, fara tey at halda, at tað ikki er so viktigt at hjálpa øðrum … Tey fara eisini at halda, at onnur skulu gera alt fyri tey.“

Sum sitatið vísir, læra børn, sum hava uppgávur heima, at vera ósjálvsøkin og at hjálpa øðrum. Tá ið børn hjálpa til við tí húsliga, føla tey eisini, at tey eru við til at fáa gerandisdagin at ganga upp í eina hægri eind, og at tey hava eina ábyrgd í familjuni.

Tit mugu læra børnini at taka ábyrgd av sínum mistøkum.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Lurta eftir ráðum og tak við tykt, so tú kanst verða vísur til endan!“ – Orðtøkini 19:20.

Tit mugu ikki royna at fjala út yvir mistøkini hjá børnunum, viss tey til dømis hava oyðilagt okkurt, sum ein annar eigur. Børn tola væl at føla avleiðingarnar av tí, sum tey hava gjørt – í hesum førinum at siga umskylda og møguliga erstatta tað, sum bleiv oyðilagt.

Børn, sum skilja, at tey mugu taka ábyrgd av sínum mistøkum, læra …

  • at vera erlig og viðganga sínar feilir

  • at lata vera við at geva øðrum skyldina

  • at lata vera við at koma við umberingum

  • at siga umskylda, tá ið tað er neyðugt