TIL HJÚN
3. Virðing
HVAT VIL TAÐ SIGA?
Tá ið maður og kona vísa hvørjum øðrum virðing, eru tey blíð við hvønn annan, eisini tá ið tey eru ósamd. Í bókini Ten Lessons to Transform Your Marriage stendur: „Slík hjún blíva ikki við at halda fast upp á sítt. Í staðin fyri tosa tey saman um tað, sum er hent. Tey lurta við virðing eftir hvørjum øðrum og royna at finna eina loysn, sum tey bæði kunnu vera við upp á.“
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Kærleikin … søkir ikki sítt egna.“ – 1. Korintbræv 13:4, 5.
„At eg havi virðing fyri konu míni, merkir, at eg seti prís upp á hana, og at eg ikki vil gera nakað, sum kann særa hana ella skaða okkara hjúnaband.“ – Micah.
HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?
Tá ið eingin virðing er í hjúnabandinum, kann mann lætt koma at tosa ljótt, sarkastiskt og enntá forhánisliga við hvønn annan. Fleiri granskarar halda, at hetta er tekin um, at hjúnabandið er í vanda.
„Sigur tú okkurt sarkastiskt um konuna ella ger gjøldur burtur úr henni, kann tað geva henni lágt sjálvsvirði, oyðileggja hennara álit á teg og skaða tykkara hjúnaband.“ – Brian.
HVAT KANST TÚ GERA?
HYGG INNEFTIR
Legg merki til, hvat tú sigur og gert í eina viku. Og spyr so teg sjálvan:
-
Hvussu ofta kritiseraði eg hjúnafelagan, og hvussu ofta rósti eg honum ella henni?
-
Nær og hvussu vísti eg hjúnafelaganum virðing?
TOSIÐ SAMAN UM HETTA
-
Hvørjar gerðir og hvørji orð fáa okkum at føla okkum vird?
-
Hvørjar gerðir og hvørji orð fáa okkum at føla, at vit ikki eru vird?
PREI
-
Hugsa um trý øki, har hjúnafelagin kundi víst tær størri virðing, og skriva tað so niður á ein lepa. Bið hjúnafelagan gera tað sama. Býtið so um lepar og roynið at vísa hvørjum øðrum størri virðing á nevndu økjunum.
-
Skriva nakað av tí, sum tær dámar væl við tínum hjúnafelaga, á ein lepa. Fortel so hjúnafelaganum, hví tær akkurát dámar tað so væl.
„Eg kann vísa, at eg virði mannin hjá mær við tí, sum eg geri. Hann skal vita, at eg eri góð við hann og vil, at hann skal hava tað gott. Tað pjøvist ikki altíð at vera nakað stórt; tað er ofta okkurt lítið í gerandisdegnum, sum vísir, at mann hevur virðing fyri hjúnafelaganum.“ – Megan.
Tá ið samanum kemur, snýr tað seg ikki um, at tú heldur teg vísa virðing, men um, at makin hjá tær følir seg virdan.
MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Vísið … sanna samkenslu og verið góð og eyðmjúk, fyrikomandi og tolin.“ – Kolossebrævið 3:12, Nýggi Sáttmálin.