Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvar enda børnini hjá tær, um tey ganga í tínum fótasporum?

TIL FORELDUR

8. Fyrimynd

8. Fyrimynd

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Foreldur, sum eru góðar fyrimyndir, liva eftir tí, sum tey læra børnini. Tú kanst til dømis ikki vænta, at børnini skulu vera ærlig, viss tey hoyra teg siga: „Sig, at eg ikki eri heima,“ tá ið onkur kemur og bankar uppá hjá tykkum.

„Viðhvørt hoyrir mann fólk siga: ’Ger sum eg sigi, ikki sum eg geri.’ Men tað nyttar ikki at siga tað við børn. Tey eru sum svampar, ið súgva alt í seg, sum vit siga og gera, og tey eru skjót at gera vart við tað, tá ið vit ikki liva eftir tí, sum vit læra tey.“ – David.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Tú, sum prædikar, at tey skulu ikki stjala, stjelur tú?“ – Rómbrævið 2:21, Dahl/Viderø.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Eingin hevur so stóra ávirkan á børn og tannáringar sum foreldrini, ikki eingongd vinfólkini. Tað merkir, at tú ert best førur fyri at hjálpa og vegleiða børnunum, viss tú altso sjálvur livir eftir tí, sum tú lærir tey.

„Sjálvt um mann hevur sagt nakað hundrað ferðir við børnini, kann mann ivast í, um tey hava skilt tað. Men hendir tað, at mann sjálvur ikki ger tað, sum mann sigur, skulu tey nokk gera vart við tað. Børn leggja merki til alt, sum mann ger, sjálvt tá ið mann ikki roknar við tí.“ – Nicole.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Vísdómurin omanfrá er … ikki bert eiti [ella er ikki hykl].“ – Jákupsbrævið 3:17.

HVAT KANST TÚ GERA?

Hugsa um, hvussu tú sjálvur ert. Hvørjum filmum og serium hyggur eftir? Hvussu fert tú við hjúnafelaganum og børnunum? Hvørjar vinir hevur tú? Ert tú umhugsin? Við øðrum orðum, ert tú soleiðis, sum tú gjarna vilt, at børnini hjá tær skulu vera?

„Maðurin og eg krevja einki av børnunum, sum vit ikki sjálvi kunnu liva upp til.“ – Christine.

Sig orsaka, tá ið tú hevur gjørt okkurt galið. Børnini hjá tær vita væl, at tú ikki ert fullkomin. Tá ið tú sigur orsaka, bæði við hjúnafelagan og børnini, vísir tú, hvussu umráðandi tað er at vera ærligur og eyðmjúkur.

„Tað er umráðandi, at børnini hoyra okkum viðganga okkara feilir og siga orsaka. Annars læra tey ikki sjálvi at viðganga tað, tá ið tey hava gjørt okkurt galið.“ – Robin.

„Sum foreldur hava vit størstu ávirkanina á okkara børn. Og eftirsum at tey leggja merki til alt, sum vit siga og gera, eru vit ein fyrimynd, sum tey alla tíðina kunnu læra av.“ – Wendell.