Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 43

SANGUR NR. 90 Styrkið hvørt annað

Hvat kann hjálpa okkum, tá ið vit hava negativar tankar?

Hvat kann hjálpa okkum, tá ið vit hava negativar tankar?

„Roynið alt!“1. TESS. 5:21.

HØVUÐSTANKIN

Vit fara at kanna, hvat vit kunnu gera, viss vit stríðast við negativar tankar, sum kunnu ávirka okkara tænastu fyri Jehova.

1-2. (a) Hvørjum kunnu vit øll ivast í av og á? (b) Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

 VIT kunnu øll, bæði ung og gomul, av og á ivast í, um Jehova leggur í okkum, ella um vit hava tikið tær røttu avgerðirnar í lívinum. Vit kunnu taka nøkur dømi. Ein ungur boðari ivast kanska í, um Jehova virkuliga er góður við hann, og tí er hann kanska eitt sindur ósikkur uppá, um hann skal lata seg doypa. Ella hugsa tær ein miðaldrandi bróður, sum á sínum ungu døgum valdi at seta tænastuna fyri Jehova á fremsta plássið í staðin fyri at stremba eftir einari karrieru í heiminum. Nú hevur hann familju og stríðist fyri at fáa endarnar at røkka saman, og av og á ivast hann í, um hann tók tær røttu avgerðirnar sum ungur. Ella hugsa tær eina eldri systur, sum ikki hevur so nógva orku longur. Hon er kanska kedd, tí hon ikki fær gjørt so nógv, sum hon kundi fyrr. Hvussu við tær? Hevur tú nakrantíð spurt teg sjálvan: Er Jehova virkuliga góður við meg? Hevur tað, sum eg havi ofrað fyri Jehova, verið tað vert? Kann Jehova enn brúka meg til nakað?

2 Viss vit ikki gera nakað við sovorðnar tankar, kann tað ávirka okkara trúgv á Jehova og enntá fáa okkum at halda uppat at tæna honum. Í hesi greinini fara vit at kanna, hvussu Bíblian kann hjálpa okkum, viss vit ivast í, (1) um Jehova leggur í okkum, (2) um vit hava tikið tær røttu avgerðirnar í lívinum, ella (3) um Jehova enn kann brúka okkum til nakað.

HVAT KANN HJÁLPA TÆR, VISS TÚ HEVUR NEGATIVAR TANKAR?

3. Hvat kunnu vit gera við negativar tankar?

3 Tá ið vit hava negativar tankar ella ivast í onkrum, er tað viktigt, at vit leita okkum ráð í Bíbliuni, tí viss vit gera tað, verður okkara trúgv á Jehova sterkari. Vit verða tættari knýtt at honum, og tað hjálpir okkum at standa føst í trúnni. – 1. Kor. 16:13.

4. Hvussu kunnu vit, sum Bíblian sigur, royna alt? (1. Tessalonikabræv 5:21)

4 Les 1. Tessalonikabræv 5:21. Legg merki til, at Bíblian biður okkum royna alt, ella kanna alt. Hvussu kunnu vit gera tað? Viss vit ivast í onkrum, mugu vit kanna, hvat Bíblian sigur um tað. Tak til dømis tann unga boðaran, sum ivaðist í, um Gud legði nakað í hann. Skal hann bara góðtaka tann tankan? Nei, hann má kanna Bíbliuna fyri at finna út av, hvat Jehova í veruleikanum hugsar um hann.

5. Hvussu kunnu vit finna út av, hvat Jehova heldur um tað, sum vit ivast í?

5 Tá ið vit lesa í Bíbliuni, er tað sum, at Jehova tosar við okkum. Men fyri at finna út av, hvat hann heldur um nettupp tað, sum vit ivast í, mugu vit gera meira enn bara at lesa. Vit mugu royna at finna bíbliuørindi, sum passa akkurát til okkara støðu, og kanna tey eitt sindur nærri. Eitt, sum kann hjálpa okkum, er at brúka tey ymisku lestraramboðini, vit hava. (Orðt. 2:3-6) Vit kunnu biðja Jehova hjálpa okkum at finna út av, hvat hann hugsar. Og so kunnu vit leita eftir bíbilskum meginreglum og øðrum tilfari um evnið. Tað er eisini gott at lesa frásøgur í Bíbliuni um trúfastar tænarar, sum høvdu líknandi tankar og kenslur.

6. Hvussu kunnu møtini hjálpa okkum?

6 Hvussu kunnu møtini hjálpa okkum? Tá ið vit eru á møti, er tað eisini sum, at Jehova tosar við okkum. Og tá ið vit gera okkara besta fyri at vera har hvørja ferð, hoyra vit kanska okkurt í einum fyrilestri ella í einum svari, sum passar akkurát til okkara støðu. (Orðt. 27:17) Nú fara vit at hyggja at nøkrum negativum tonkum, sum eru rættiliga vanligir, og vita, hvussu vit kunnu sleppa av teir.

TÁ IÐ TÚ IVAST Í, UM JEHOVA LEGGUR NAKAÐ Í TEG

7. Hvørjum ivast summi kanska í?

7 Hevur tú nakrantíð ivast í, um Jehova yvirhøvur leggur merki til tín? Viss tú følir teg lítlan og nyttuleysan, kann tankin um at vera vinur við sjálvan skaparan av alheiminum virka heilt órealistiskur. Kanska var tað soleiðis, Dávid kongur hevði tað. Hann helt tað vera ótrúligt, at Jehova yvirhøvur legði merki til okkum smáu menniskju, og spurdi: „HARRI, hvat er menniskjað, at Tú kennist við tað, menniskjabarnið, at Tú hugsar um tað!“ (Slm. 144:3) Hvussu kanst tú finna út av, um Jehova leggur nakað í teg?

8. Hvørjum hyggur Jehova eftir hjá okkum menniskjum sambært 1. Sámuelsbók 16:6, 7, 10-12?

8 Bíblian vísir, at Jehova hyggur eftir tí, sum onnur kanska ikki leggja merki til. Eitt dømi um tað er, tá ið hann sendi Sámuel til Ísai fyri at velja tann næsta kongin í Ísrael. Ísai fekk allar synirnar hjá sær at koma fram fyri Sámuel uttan tann yngsta, Dávid. a Men tað var nettupp Dávid, sum Jehova hevði valt. (Les 1. Sámuelsbók 16:6, 7, 10-12.) Jehova sá, hvussu Dávid var innast inni. Hann visti, at hesin ungi maðurin var andaliga sinnaður.

9. Hví kanst tú vera vísur í, at Jehova leggur í teg? (Hygg eisini at myndini.)

9 Hugsa um, hvussu Jehova hevur víst, at hann leggur merki til tín. Hann hevur lovað at geva tær akkurát tey ráðini, sum tú hevur brúk fyri. (Slm. 32:8) Hvussu kundi hann gjørt tað, viss hann ikki kendi teg og visti, hvat tú hevði brúk fyri? (Slm. 139:1) Tá ið tú fylgir teimum góðu ráðunum frá Jehova og sært, hvussu væl tey hjálpa tær, verður tú sannførdur um, at Jehova leggur í teg. (1. Krøn. 28:9; Áps. 17:26, 27) Jehova sær alt, sum tú gert fyri at tæna honum og akta hann. Hann sær eisini tínar góðu eginleikar og vil gjarna vera vinur við teg. (Jer. 17:10) Og hann verður ógvuliga glaður, viss tú eisini vilt vera vinur við hann. – 1. Jóh. 4:19.

„Søkir tú [HARRAN], skal Hann lata teg finna Seg.“ – 1. Krøn. 28:9. (Sí stykki 9) b


TÁ IÐ TÚ IVAST Í, UM TÚ HEVUR TIKIÐ TÆR RØTTU AVGERÐIRNAR

10. Hvørjum kunnu vit ivast í, tá ið vit hugsa um tær avgerðirnar, vit hava tikið í lívinum?

10 Viðhvørt kunnu nøkur, sum hyggja aftur á tær avgerðirnar, tey hava tikið í lívinum, fara at ivast í, um tey valdu rætt. Kanska hava tey sagt nei til eina lovandi karrieru ella eitt gott starv fyri at kunna gera meira í tænastuni fyri Jehova. Nú er ein tíð liðin, kanska nógv ár. Og so síggja tey, hvussu væl tað gongur hjá øðrum, sum hava valt nakað heilt annað. Tey síggja út til at vera væl fyri og njóta lívið. Tá kann hesin tankin lætt koma: Hevur tað, sum eg havi ofrað til Jehova, verið tað vert? Ella skuldi eg havt arbeitt eitt sindur meir, so eg hevði verið betur fyri fíggjarliga nú?

11. Hvørjar tankar hevði hann, sum skrivaði Sálm 73?

11 Viss tú onkuntíð hevur hugsað nakað líknandi, kann tað vera ein hjálp at hyggja nærri at tí, sum Bíblian sigur um hann, sum skrivaði Sálm 73. Hann eygleiddi nøkur fólk, sum ikki tæntu Jehova, og tað sá út til, at tey vóru rík, høvdu góða heilsu og livdu tað søta lívið. (Slm. 73:3-5, 12) Tað fekk hann at føla, at tað var nyttuleyst at tæna Jehova. Hesir negativu tankarnir plágaðu hann dag út og dag inn. (Slm. 73:13, 14) Men hvat hjálpti honum at hugsa rætt?

12. Hvat hjálpti honum, sum skrivaði Sálm 73, at hugsa rætt? (Sálmur 73:16-18)

12 Les Sálm 73:16-18. Hann, sum skrivaði henda sálmin, fór til templið hjá Jehova. Har var friðarligt, og hann fekk hugsað klárt. Og nú gekk tað upp fyri honum, at sjálvt um nøkur sóu út til at hava eitt gott og lætt lív, høvdu tey onga framtíðarvón. Tað setti alt upp á pláss hjá honum og vissaði hann um, at tað altíð er best at seta tað andaliga fremst. Nú ivaðist hann ikki longur, hann vildi blíva við at tæna Jehova. – Slm. 73:23-28.

13. Hvat kanst tú gera, viss tú ivast í, um tú hevur tikið tær røttu avgerðirnar? (Hygg eisini at myndini.)

13 Tú kanst eisini sleppa av við tínar negativu tankar. Hvussu tá? Hugsa um alt tað góða, sum tú hevur í tínum lívi, millum annað skattirnar sum tú hevur samlað tær í himli. Og samanber so tað við, hvussu tað gongst teimum, sum royna at fáa mest møguligt burtur úr hesum heimi. Tey hugsa bara um at hava tað gott her og nú, tí tey hava onga framtíðarvón. Men hjá tær er tað øðrvísi. Jehova hevur lovað tær eina fantastiska framtíð, sum verður uppaftur betri, enn tú dugir at ímynda tær. (Slm. 145:16) Og spurningurin er: Kann nakar av okkum við vissu siga, hvussu lívið hevði verið, viss vit høvdu valt øðrvísi? Nei. Men eitt er sikkurt: Viss tínar avgerðir eru grundaðar á, at tú elskar Jehova og onnur menniskju, fært tú altíð tað besta burtur úr lívinum.

Hugsa um alt tað góða, sum Jehova hevur lovað at gera. (Sí stykki 13) c


TÁ IÐ TÚ IVAST Í, UM JEHOVA KANN BRÚKA TEG TIL NAKAÐ

14. Hvussu er støðan hjá nøkrum Jehova vitnum, og hvørjum ivast tey kanska í?

14 Nøkur Jehova vitni fáa ikki gjørt so nógv, sum tey gjarna vilja, tí tey eru blivin eldri, hava ringa heilsu ella hava okkurt annað at stríðast við. Og tað kann fáa tey at ivast í, um tey eru nakað verd í Guds eygum. Kanska spyrja tey: Kann Jehova yvirhøvur brúka meg til nakað?

15. Hvat var hann, sum skrivaði Sálm 71, sannførdur um?

15 Hann, sum skrivaði Sálm 71, var eisini keddur um ta støðuna, hann var í. Hann bað: „Kasta meg ikki frá Tær í elli míni.“ (Slm. 71:9, 18) Men allíkavæl var hann sannførdur um, at Jehova fór at vera við honum, viss hann bleiv við at tæna honum trúfastur. Hann fann út av, at Jehova gleðist um tey, sum gera sítt besta fyri at tæna honum, sjálvt um tey hava okkurt at stríðast við. – Slm. 37:23-25.

16. Hvussu kann Jehova brúka tey eldru? (Sálmur 92:13-16)

16 Viss tú ert eldri, royn so at síggja teg sjálvan, sum Jehova sær teg. Hann kann hjálpa tær at trívast andaliga, sjálvt um tú kanska ikki orkar so væl longur. (Les Sálm 92:13-16.) Royn at hugsa um tað, sum tú fært gjørt, og ikki so nógv um tað, sum tú ikki fært gjørt. Bara tað at tú ert trúfastur og vísir øðrum áhuga, kann uppmuntra onnur. Tú kanst fortelja, hvussu Jehova hevur hjálpt tær gjøgnum árini, og hvussu nógv tú gleðir teg til, at alt tað, sum hann hevur lovað, verður veruleiki. Og gloym ongantíð, at tær bønirnar, tú biður fyri øðrum, kunnu gera stóran mun. (1. Pæt. 3:12) Líkamikið hvussu okkara umstøður eru, hava vit øll nakað at geva Jehova og øðrum.

17. Hví skulu vit ikki samanbera okkum við onnur?

17 Viss tú heldur, at tað er frustrerandi, at tú ikki fært gjørt so nógv, sum tú gjarna vilt í tænastuni fyri Jehova, mást tú minnast til, at hann gleðist um tað, sum tú fært gjørt. Mann kann lætt koma til at samanbera seg við onnur, men tað mást tú endiliga ikki gera. Hví ikki? Tí tað ger Jehova ikki. (Gal. 6:4) Hugsa til dømis um Mariu, sum gav Jesusi eina dýra olju, og um ta fátæku einkjuna, sum bara hevði tveir smápengar at geva sum gávu til templið. (Luk. 21:1-4; Jóh. 12:3-5) Jesus samanbar ikki tær báðar kvinnurnar. Tað, sum hann legði merki til, var, at bæði Maria og tann fátæka einkjan høvdu sterka trúgv. Jesus er akkurát sum Jehova. Og tí er tað, sum tú gevur Jehova av kærleika, dýrabart í hansara eygum, eisini sjálvt um tú kanska ikki følir, at tað er nakað serligt.

18. Hvat kann hjálpa okkum at hugsa rætt? (Sí eisini rammuna „ Bíblian kann hjálpa tær at sleppa av við negativar tankar“.)

18 Vit hava øll lyndi til at hugsa negativt av og á. Men sum vit hava sæð, kann Bíblian hjálpa okkum at hugsa rætt. Ger títt besta fyri at hugsa, sum Jehova hugsar, tí tað kann hjálpa tær at sleppa av við tínar negativu tankar. Jehova sær teg og veit alt um teg. Hann gleðist um tað, sum tú gert fyri hann, og fer at løna tær. Tú kanst vera vísur í, at hann elskar allar sínar trúføstu tænarar.

SANGUR NR. 111 Ein sangur um gleði

a Bíblian sigur ikki akkurát, hvussu gamal Dávid var, tá ið Jehova valdi hann, men hann kann hava verið tannáringur. – Sí Vagttårnet frá 1. september 2011, s. 29 stk. 2.

b MYNDAFRÁGREIÐING: Ein ung systir søkir Jehova við at leita sær ráð í Bíbliuni.

c MYNDAFRÁGREIÐING: Ein bróðir arbeiðir fyri at forsyrgja familjuni, men tankarnir eru í paradísinum.