Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 8

SANGUR NR. 130 Fyrigevið

Hvussu kunnu vit royna at fyrigeva sum Jehova?

Hvussu kunnu vit royna at fyrigeva sum Jehova?

„[Fyrigevið] hvørt øðrum, eins og Gud hevur fyrigivið tykkum.“EF. 4:32.

HØVUÐSTANKIN

Í hesi greinini fáa vit at vita, hvat kann hjálpa okkum at fyrigeva einum, sum hevur sært okkum.

1-2. (a) Nær kann tað vera serliga ringt at fyrigeva øðrum? (b) Hvat var støðan, tá ið Denise fyrigav?

 HELDUR tú, at tað er ringt at fyrigeva øðrum? Tað er tað nokk hjá teimum flestu av okkum, serliga viss onkur hevur sagt ella gjørt nakað, sum virkuliga hevur sært okkum. Men vit kunnu faktiskt gera nakað fyri at takkla sovorðnar kenslur og fyrigeva. Hugsa til dømis um Denise, a eina systur, sum valdi at fyrigeva í eini øgiliga ringari støðu. Í 2017 høvdu hon og familjan akkurát verið og vitjað ta nýggju høvuðsskrivstovuna hjá Jehova vitnum í Warwick. Tá ið tey vóru á veg heim, misti ein annar bilførari tamarhaldið á bilinum hjá sær og rendi inn í tey. Denise misti vitið í vanlukkuni. Tá ið hon vaknaði aftur, fann hon út av, at børnini hjá henni vóru illa løstað, og at maður hennara, Brian, var deyður. Hon fortelur, at hon var fullkomiliga knúst og forvirrað. Seinni fekk hon at vita, at bilførarin hvørki var ávirkaður ella hevði latið seg órógva av nøkrum, tá ið vanlukkan hendi. Hon bað Jehova um at hjálpa sær at takkla allar kenslurnar og at geva sær frið í sinnið.

2 Maðurin, sum rendi inn í tey, bleiv ákærdur fyri óviljað manndráp. Viss hann bleiv dømdur sekur, kundi hann fáa fongsulsrevsing. Denise fekk at vita, at tað, sum hon segði í rættinum, kundi vera avgerandi fyri, hvønn dóm maðurin fekk. Denise sigur: „Tað, at eg soleiðis bleiv tvingað til at uppliva ta ringastu løtuna í mínum lívi umaftur, føldist sum, at onkur spretti sárini upp aftur og stoytti eina heila spann av salti niður í tey.“ Bara nakrar fáar vikur seinni sat Denise í rættarsalinum og skuldi vitna ímóti manninum, sum hevði oyðilagt so nógv fyri hennara familju. Hvat segði hon? Hon bað dómaran geva manninum ein mildan dóm. b Tá ið hon hevði sagt tað, sum hon vildi siga, fór dómarin at tára. Hann segði: „Eg havi verið dómari í 25 ár, og eg havi ongantíð hoyrt nakað líknandi. Eg havi ongantíð upplivað, at tey avvarðandi hava biðið meg geva tí ákærda ein mildan dóm. Tað er óvanligt, at nakar vísir samkenslu og fyrigevur í einum rættarsali.“

3. Hvat var tað, sum fekk Denise at fyrigeva?

3 Hvat var tað, sum hjálpti Denise at fyrigeva manninum? Hon hugsaði um, hvussu fyrigevandi Jehova er. (Mika 7:18) Vit eru so takksom fyri, at Jehova hevur fyrigivið okkum, og tað kann geva okkum hug at fyrigeva øðrum.

4. Hvat vil Jehova hava okkum at gera? (Efesusbrævið 4:32)

4 Jehova vil, at vit skulu vera villig at fyrigeva øðrum, líkasum hann hevur fyrigivið okkum. (Les Efesusbrævið 4:32.) Hann væntar, at vit fyrigeva teimum, sum hava sært okkum. (Slm. 86:5; Luk. 17:4) Í hesi greinini fara vit at kanna trý góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at fyrigeva øðrum.

VIT MUGU IKKI IGNORERA OKKARA KENSLUR

5. Hvussu kunnu vit hava tað, tá ið onkur særir okkum? (Orðtøkini 12:18)

5 Vit kunnu blíva øgiliga særd av tí, sum onkur sigur ella ger, serliga viss tað er ein góður vinur ella ein í familjuni. (Slm. 55:13-15) Viðhvørt kann tann kensluliga pínan vera so sterk, at tað følist sum at blíva stungin við einum knívi. (Les Orðtøkini 12:18.) Vit royna kanska at ignorera tær særdu kenslurnar. Men viss vit gera tað, er tað sum at lata knívin verða sitandi í sárinum. Vit kunnu ikki vænta, at kenslurnar hvørva, bara tí vit ignorera tær.

6. Hvussu reagera vit kanska, tá ið onkur særir okkum?

6 Tá ið onkur særir okkum, verða vit kanska fyrst ill. Bíblian sigur, at tað ikki er óvanligt. Men hon ávarar okkum ímóti at blíva við at vera ill. (Slm. 4:5; Ef. 4:26) Hví tað? Tí kenslur ávirka ofta tað, sum vit gera. Og tað at vera illur hevur sjáldan nakað gott við sær. (Ják. 1:20) Hugsa um hetta: At blíva illur er ein reaktión, men at blíva við at vera illur er eitt val.

At blíva illur er ein reaktión, men at blíva við at vera illur er eitt val

7. Hvørjar aðrar kenslur kunnu vit fáa, tá ið onkur særir okkum?

7 Vit kunnu eisini uppliva aðrar keðiligar kenslur, tá ið onnur særa okkum. Til dømis sigur ein systir, sum eitur Ann: „Tá ið eg var smágenta, fór pápi mín frá mammu míni og gifti seg við barnagentuni hjá mær. Eg føldi meg vrakaða. Og tá ið tey so fingu børn saman, var tað sum, at tey hvørki høvdu brúk fyri mær ella tímdu at hava meg longur.“ Ein systir, sum eitur Georgette, fortelur, hvussu hon hevði tað, tá ið hon fann út av, at maður hennara hevði verið ótrúgvur: „Vit høvdu verið vinir, síðan vit vóru børn, og vit vóru pionerar saman. Eg var fullkomiliga knúst.“ Og ein systir, sum eitur Naomi, sigur: „Ein dagin kom maður mín og fortaldi mær, at hann hevði hugt eftir pornografi í loyndum. Eg føldi meg so svikna, tí eg hevði aldrin trúð, at hann fór at særa meg so djúpt.“

8. (a) Hví skulu vit fyrigeva øðrum? (b) Hví er tað gott fyri okkum at fyrigeva? (Sí rammuna „ Viss vit hava fingið sálarligan løst“.)

8 Vit kunnu ikki stýra, hvat onnur siga og gera, men vit kunnu royna at stýra okkara reaktión. Og tað besta er ofta at fyrigeva. Hví tað? Tí vit elska Jehova, og hann vil, at vit skulu fyrigeva. Viss vit blíva við at vera ill og ikki fyrigeva, er størri vandi fyri, at vit gera okkurt býtt, og at tað gongur út yvir heilsuna. (Orðt. 14:17, 29, 30) Ein systir, sum eitur Christine, sigur: „Tá ið eg eri ill ella kedd, smíli eg minni. Eg eti meira ósunt og sovi minni. Tað er ringt hjá mær at stýra kenslunum, og tað gongur bæði út yvir mannin hjá mær og onnur.“

9. Hví skulu vit ikki blíva við at vera ill?

9 Sjálvt um ein, sum hevur sært okkum, ongantíð biður um fyrigeving, kunnu vit sjálv gera nakað fyri at fáa tað betri. Hvussu? Georgette, sum bleiv nevnd fyrr í greinini, sigur: „Tað tók sína tíð, men til síðst eydnaðist tað mær at lata vera við at vera ill við eksmannin. Og tað gav mær ein ótrúligan frið.“ Tá ið vit sleppa teimum negativu kenslunum, lata vit ikki beiskleika oyðileggja okkara lív. Vit geva faktiskt okkum sjálvum eina gávu – vit kunnu byrja av nýggjum og gleðast um lívið aftur. (Orðt. 11:17) Men hvat skulu vit gera, viss vit ikki føla okkum klár at fyrigeva?

VIT MUGU LÆRA OKKUM AT TAKKLA KENSLURNAR

10. Hví skulu vit geva okkum tíð til at koma fyri okkum kensluliga? (Hygg eisini at myndunum.)

10 Hvat kann hjálpa okkum at koma fyri okkum kensluliga? Eitt, sum vit kunnu gera, er at geva tí tíð. Tá ið onkur hevur fingið eina skurðviðgerð, tekur tað tíð hjá viðkomandi at koma fyri seg aftur. Og vit hava kanska eisini brúk fyri tíð til at koma fyri okkum kensluliga, áðrenn vit eru klár at fyrigeva einum, sum hevur sært okkum. – Præd. 3:3; 1. Pæt. 1:22.

Tað tekur tíð hjá einum, sum hevur fingið eina skurðviðgerð, at koma fyri seg aftur. Og vit hava eisini brúk fyri tíð til at koma fyri okkum kensluliga, tá ið onkur hevur sært okkum. (Sí stykki 10)


11. Hvussu kann bøn hjálpa okkum at fyrigeva?

11 Vit kunnu biðja Jehova hjálpa okkum at fyrigeva. c Ann, sum bleiv nevnd fyrr í greinini, fortelur, hvussu bøn hjálpti henni: „Eg bað Jehova um at fyrigeva øllum í familjuni fyri tað, sum vit ikki høvdu takklað serliga væl. Og so skrivaði eg eitt bræv til pápa mín og ta nýggju konuna hjá honum og fortaldi teimum, at eg hevði fyrigivið teimum.“ Hon viðgongur, at tað ikki var so lætt. Men hon sigur: „Eg royndi at fyrigeva sum Jehova, og eg hopi, at tað kann geva pápa mínum og konu hansara hug at læra meira um hann.“

12. Hví skulu vit líta á Jehova og ikki á okkara egnu kenslur? (Orðtøkini 3:5, 6)

12 Vit mugu líta á Jehova og ikki á okkara egnu kenslur. (Les Orðtøkini 3:5, 6.) Hann veit, hvat er best fyri okkum. (Es. 55:8, 9) Og hann fer ongantíð at biðja okkum gera nakað, sum kann skaða okkum. So tá ið hann eggjar okkum til at fyrigeva, kunnu vit vera vís í, at tað er til okkara egna besta. (Slm. 40:5; Es. 48:17, 18) Viss vit hinvegin líta á okkara egnu kenslur, klára vit kanska ongantíð at fyrigeva. (Orðt. 14:12; Jer. 17:9) Naomi, sum er nevnd fyrr í greinini, sigur: „Í fyrstuni helt eg, at tað var í lagi, at eg ikki fyrigav manninum, fyri at hann hevði hugt eftir pornografi. Eg var bangin fyri, at hann skuldi særa meg aftur ella gloyma, hvussu kedd eg var um tað, sum hann hevði gjørt. Og eg hugsaði, at Jehova skilti meg. Men aftan á eina tíð kom eg fram til, at bara tí Jehova skilur mínar kenslur, merkir tað ikki, at hann góðtekur tær. Hann veit, hvussu eg havi tað, og at tað tekur tíð at koma fyri seg, men hann vil eisini, at eg skal fyrigeva.“ d

VIT MUGU ROYNA AT HUGSA POSITIVT

13. Hvat mugu vit gera sambært tí, sum stendur í Rómbrævinum 12:18-21?

13 Tá ið vit fyrigeva onkrum, sum hevur sært okkum, er tað ikki nokk bara at lata vera við at tosa um tað, sum er hent. Viss tað er ein bróðir ella ein systir, sum hevur sært okkum, mugu vit royna at blíva góðir vinir aftur. (Matt. 5:23, 24) Í staðin fyri at blíva við at vera ill mugu vit velja at bera yvir við viðkomandi og fyrigeva honum ella henni. (Les Rómbrævið 12:18-21; 1. Pæt. 3:9) Hvat kann hjálpa okkum at gera tað?

14. Hvat skulu vit royna at gera, og hví?

14 Jehova velur at hyggja eftir tí góða í øðrum. Vit vilja gjarna royna at vera sum hann og leita eftir teimum góðu eginleikunum hjá teimum, sum hava sært okkum. (2. Krøn. 16:9; Slm. 130:3) Mann finnur sum oftast tað, sum mann leitar eftir hjá øðrum, líkamikið um tað er gott ella ringt. Tá ið vit royna at síggja tað góða í øðrum, verður tað lættari at fyrigeva. Ein bróðir, sum eitur Jarrod, sigur: „Tað er lættari hjá mær at fyrigeva einum bróður, tá ið eg hugsi um allar hansara góðu eginleikar, tí so virkar tað, sum hann gjørdi ímóti mær, ikki so farligt longur.“

15. Hví kann tað vera gott at siga við fólk, at vit hava fyrigivið teimum?

15 Eitt annað, sum kann vera gott at gera, er at siga við tann, sum hevur sært okkum, at vit hava fyrigivið viðkomandi. Hví tað? Legg merki til, hvat Naomi, sum er siterað fyrr í greinini, sigur: „Maður mín spurdi meg: ’Hevur tú fyrigivið mær?’ Tá ið eg skuldi siga við hann, at eg hevði fyrigivið honum, fekk eg ikki orðið upp. Tað gekk upp fyri mær, at eg faktiskt ikki hevði fyrigivið honum. Men sum frá leið, kláraði eg at siga tey trý viktigu orðini: ’Eg fyrigevi tær.’ Og tá ið eg segði tað, fór hann at tára. Eg varð bilsin um, hvussu stórur lætti tað var hjá honum, og eisini um tann friðin, sum tað gav mær. Aftan á tað lærdi eg at líta á hann aftur, og nú eru vit bestu vinir.“

16. Hvat hevur tú lært um at fyrigeva?

16 Jehova vil, at vit skulu fyrigeva. (Kol. 3:13) Tað er bara ikki altíð so lætt. Men vit klára at fyrigeva, viss vit ikki ignorera okkara kenslur og í staðin fyri læra okkum at takkla tær. Tað kann hjálpa okkum at hugsa meira positivt. – Sí rammuna „ Trý góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at fyrigeva“.

VIT MUGU HUGSA UM FYRIMUNIRNAR VIÐ AT FYRIGEVA

17. Hví er tað gott at fyrigeva?

17 Vit hava nógvar góðar grundir til at fyrigeva. Fyri tað fyrsta taka vit eftir okkara góða faðir, Jehova, og gleða hann. (Luk. 6:36) Fyri tað næsta vísa vit, at vit eru takksom fyri, at Jehova hevur fyrigivið okkum. (Matt. 6:12) Og fyri tað triðja er tað gott fyri heilsuna og gevur okkum eitt betri samband við onnur.

18-19. Hvat kann tað hava við sær, at vit fyrigeva?

18 Tá ið vit fyrigeva øðrum, kunnu vit blíva bilsin um, hvat gott kann koma burturúr. Hugsa til dømis um Denise, sum vit hoyrdu um fyrst í greinini. Hon visti ikki, at maðurin, sum hevði koyrt á tey, ætlaði at taka sítt egna lív aftan á rættarmálið. Men hann bleiv so rørdur av, at hon vildi fyrigeva honum, at hann fór at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum.

19 Sjálvt um tað kann vera øgiliga ringt at fyrigeva, kann tað eisini vera ótrúliga gevandi. (Matt. 5:7) Tí mugu vit altíð royna at fyrigeva sum Jehova.

SANGUR NR. 125 Tey miskunnsomu eru sæl

a Summi nøvn eru broytt.

b Í eini slíkari støðu má hvør einstakur sjálvur velja, hvat hann ger.

c Sí videoløgini á jw.org: „Forgive One Another“, „Forgive Freely“ og „Friends Again“.

d At hyggja eftir pornografi er skaðiligt og nakað, sum Jehova ikki góðtekur, men tað gevur ikki tí óseka hjúnafelaganum eitt bíbilskt grundarlag fyri at lata seg skilja.