LESTRARGREIN 50
SANGUR NR. 135 Inniliga áheitanin frá Jehova: „Ver vísur, sonur mín!“
Hjálp tínum børnum at fáa eina sterka trúgv
„[Roynið], hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!“ – RÓM. 12:2.
HØVUÐSTANKIN
Í hesi greinini fáa vit nøkur góð ráð um, hvussu foreldur kunnu tosa við børnini um Gud og Bíbliuna og hjálpa teimum at fáa eina sterka trúgv.
1-2. Hvussu skulu foreldur reagera, tá ið børnini seta spurningar um tað, sum vit trúgva uppá?
TEY flestu eru nokk samd um, at tað er eitt fulltíðarstarv at vera foreldur. Viss tú eigur børn, so gert tú heilt sikkurt nógv fyri at hjálpa teimum at fáa trúgv upp á Jehova. Og tað er virkuliga gott. (5. Mós. 6:6, 7) So við og við sum børnini blíva eldri, fara tey kanska at seta spurningar um tað, sum vit trúgva uppá, og um moralnormarnar í Bíbliuni.
2 Í byrjanini verður tú kanska eitt sindur stúrin, tá ið børnini spyrja um sovorðið. Kanska ert tú bangin fyri, at tey eru farin at ivast í, um tað, sum vit trúgva, er rætt. Men tað er ein sannroynd, at børn hava brúk fyri at seta spurningar, so hvørt sum tey vaksa til, fyri sjálvi at blíva sannførd um tað, sum vit trúgva uppá. (1. Kor. 13:11) So tað er eingin grund til at stúra. Tú kanst heldur síggja tað sum ein møguleika at hjálpa teimum at hugsa meira gjølla um tingini og soleiðis fáa sterkari trúgv.
3. Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?
3 Í hesi greinini fara vit at kanna, hvussu foreldur kunnu hjálpa børnunum (1) at fáa eina sterka trúgv, (2) at skilja, hví tað er gott at fylgja moralnormunum í Bíbliuni, og (3) at fortelja øðrum um sína trúgv. Og vit fara at kanna, hví tað er gott, at børn seta spurningar. Vit fáa eisini nøkur uppskot um, hvat foreldur kunnu gera saman við børnunum, sum gevur teimum møguleika at tosa við tey um trúnna.
HJÁLP BØRNUNUM AT FÁA EINA STERKA TRÚGV
4. Hvørjar spurningar seta børn kanska, og hví?
4 Foreldur, sum tæna Jehova, vita, at trúgv ikki er nakað, mann arvar. Eingin er føddur við trúgv, og tað eru tíni børn heldur ikki. So tað kann vera, at børnini við tíðini fara at seta spurningar sum hesar: „Hvussu kann eg vita, at Gud er til? Passar tað, sum stendur í Bíbliuni?“ Faktiskt sigur Bíblian, at tað er gott, at vit hugsa okkum um og kanna tingini fyri at vita, hvat er rætt og skeivt. (Róm. 12:1, NWT; 1. Tess. 5:21) So hvussu kanst tú hjálpa børnunum at fáa sterkari trúgv?
5. Hvussu kunnu foreldur hjálpa børnunum at fáa størri álit á Bíbliuna? (Rómbrævið 12:2)
5 Hjálp børnunum at finna prógv um, at Bíblian er sonn. (Les Rómbrævið 12:2; sí eisini lestrarviðmerkingina „få en klar forståelse“, NWT.) Tá ið børnini seta spurningar, kanst tú vísa teimum, hvussu tey kunnu finna svarini á jw.org. Til dømis kanst tú hjálpa teimum at leita eftir greinum og videoum, sum prógva, at Bíblian ikki bara er ein bók, sum menniskju hava skrivað, men at hon er Guds orð. (1. Tess. 2:13) Til dømis kunnu tey lesa um fornaldarbýin Nineve í Assýria. Fyrr í tíðini søgdu nakrir bíbliukritikkarar, at býurin Nineve ongantíð hevði verið til. Men í 1850’unum fann mann leivdirnar av býnum, og tað prógvar, at frásøgan í Bíbliuni er sonn. (Zef. 2:13-15) Børnini kunnu eisini kanna, hvussu bíbliuprofetiir gingu út, tá ið Nineve bleiv lagdur í oyði. Upplýsingar um hetta eru í greinini „Vidste du det?“ í Vagttårnet frá november 2021. Eggja børnunum til at samanbera tað, tey lesa í okkara lesnaði, við tað, tey lesa í lesnaði frá øðrum álítandi keldum. Hetta fer at hjálpa teimum at fáa størri álit á Bíbliuna.
6. Hvussu kunnu foreldur hjálpa børnunum at gera sína egnu niðurstøðu? Nevn eitt dømi. (Hygg eisini at myndini.)
6 Hjálp børnunum at gera sína egnu niðurstøðu. Foreldur hava ymiskar møguleikar at tosa við børnini um Bíbliuna og um at trúgva upp á Gud. Tað kunnu tey gera, tá ið tey vitja eitt forngripasavn, ein botaniskan hava ella eina framsýning á einari deildarskrivstovu hjá Jehova vitnum. Viss tit til dømis vitja eitt forngripasavn antin í veruleikanum ella virtuelt, kanst tú tosa við børnini um søguligar hendingar ella lutir, sum kunnu sannføra tey um, at Bíblian er sonn. Tú kanst kanska fortelja teimum um Mesasteinin, sum er 3.000 ára gamal. Navnið hjá Jehova stendur á honum. Tað ber til at síggja Mesasteinin á Louvre savninum í París. Eitt kopi av steininum er eisini á framsýningini „Bíblian og Guds navn“ á høvuðsskrivstovuni hjá Jehova vitnum í Warwick. Tað stendur á Mesasteininum, at Mesa kongur í Móab gjørdi uppreistur ímóti Ísrael. Og tað samsvarar við tað, sum stendur í Bíbliuni. (2. Kong. 3:4, 5) Tá ið tíni børn við egnum eygum síggja, at tað, sum stendur í Bíbliuni, passar, fáa tey sterkari trúgv. – Sí eisini 2. Krønikubók 9:6.
7-8. (a) Hvat kunnu vit læra av teimum vøkru mynstrunum í náttúruni? Nevn eitt dømi. (Hygg eisini at myndini.) (b) Hvat kann hjálpa børnunum at blíva sannførd um, at ein skapari er til?
7 Eggja børnunum til at hugsa um tað, sum er í náttúruni. Tá ið tit ganga túr ella gera okkurt í havanum, kanst tú vísa børnunum tey hugtakandi mynstrini, sum eru at síggja í náttúruni. Hví er tað gott? Tí mynstrini vísa, at onkur, sum er øgiliga intelligentur, má hava gjørt tey. Til dømis eru spiralmynstur sera áhugaverd, og granskarar hava kannað tey í nógv ár. Vísindamaðurin Nicola Fameli forklárar, at tá ið mann kannar spiralmynstur í náttúruni, uppdagar mann eitt heilt serligt talrað, sum verður rópt Fibonacci-talraðið. Spiralmynstur eru at síggja nógvastaðni, til dømis í stjørnubreytum, sniglahúsum, plantubløðum og sólblómum. a
8 Í skúlanum læra børnini kanska eisini um onnur mynstur, sum eru vanlig í náttúruni. Til dømis er hvør einstøk kavaflykra formað av geometriskum mynstrum, sum verða rópt fraktalar. Fraktalmynstur eru eisini at finna aðrastaðni í náttúruni. Men hvør hevur sniðgivið hesi vøkru mynstrini? Jú meira børnini hugsa um alt tað fantastiska í náttúruni, jú meira sannlíkt er tað, at tey fáa eina sterka trúgv uppá, at Gud hevur skapt alt. (Hebr. 3:4) Tá ið børnini blíva eitt sindur eldri, mást tú eisini hjálpa teimum at skilja, hví tað er umráðandi, at vit fylgja vegleiðingini frá Jehova. Tú kanst seta teimum henda spurningin: „Viss Gud hevur skapt okkum, veit hann so ikki best, hvat vit skulu gera fyri at hava tað gott?“ Síðani kanst tú fortelja teimum, at Gud hevur givið okkum Bíbliuna fyri at vísa okkum, hvussu vit kunnu blíva lukkulig.
LÆR BØRNINI, HVÍ TAÐ ER GOTT AT FYLGJA MORALNORMUNUM Í BÍBLIUNI
9. Hví seta børn kanska spurnartekn við moralnormarnar í Bíbliuni?
9 Av og á seta børnini hjá tær kanska spurnartekn við moralnormarnar í Bíbliuni. Tá er tað viktigt, at tú roynir at skilja, hví tey spyrja. Er tað tí, at tey ikki eru samd í tí, sum Bíblian sigur? Ella er trupulleikin bara, at tey ikki vita, hvussu tey skulu forsvara sína trúgv? Óansæð hvør grundin er, so mást tú hjálpa børnunum at skilja, hví tað er gott at fylgja moralnormunum í Bíbliuni. Tað kanst tú gera við at studera bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir saman við teimum. b
10. Hvussu kanst tú hjálpa børnunum at blíva vinir við Jehova?
10 Hjálp børnunum at blíva vinir við Jehova. Tá ið tú studerar við børnunum, kanst tú brúka spurningarnar og myndirnar, sum eru í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir, til at finna út av, hvat tey hugsa og føla. (Orðt. 20:5) Í parti 8 verður Jehova til dømis samanborin við ein vin, sum gevur okkum góð ráð, tí hann gjarna vil verja og hjálpa okkum. Tá ið tit hava tosað um 1. Jóhannesarbræv 5:3, kanst tú spyrja: „Tá ið vit nú vita, at Jehova er ein góður vinur, hvat skulu vit so halda um tað, sum hann biður okkum gera?“ Tað virkar kanska sum ein øgiliga einfaldur spurningur, men hann kann hjálpa børnunum at síggja lógirnar hjá Jehova sum eitt prógv um, at hann elskar tey. – Es. 48:17, 18.
11. Hvussu kanst tú hjálpa børnunum at skilja, at tað er gott at fylgja tí, sum stendur í Bíbliuni? (Orðtøkini 2:10, 11)
11 Tosa við børnini um, hví tað er gott at fylgja tí, sum stendur í Bíbliuni. Tá ið tit lesa í Bíbliuni ella lesa dagstekstin saman, kunnu tit tosa um, hvussu tað hevur hjálpt tykkara familju at fylgja teimum góðu ráðunum í Bíbliuni. Duga børnini til dømis at síggja fyrimunirnar við at vera arbeiðssamur og erligur? (Hebr. 13:18) Tit kunnu eisini tosa um, hvussu ráðini í Bíbliuni kunnu verja okkum kropsliga og kensluliga. (Orðt. 14:29, 30) Viss børnini skilja, hví tað er gott fyri okkum at fylgja tí, sum stendur í Bíbliuni, fáa tey sikkurt meira hug til at liva eftir tí. – Les Orðtøkini 2:10, 11.
12. Hvussu hjálpa eini hjún soninum at skilja, hví tað er gott at fylgja ráðunum í Bíbliuni?
12 Steve og konan, sum búgva í Fraklandi, eiga ein son, sum eitur Ethan. Steve fortelur, hvussu tey hjálpa Ethan at skilja, at Jehova hevur gjørt lógir, tí hann elskar okkum. Steve sigur: „Vit plaga at seta spurningar, sum til dømis: Hví sigur Jehova, at vit skulu fylgja hesum ráðnum? Hvussu vísir hetta, at hann elskar okkum? Hvat hevði hent, um tú ikki fylgdi hesum?“ Sovorðnar samrøður hava hjálpt Ethan til at taka moralnormarnar hjá Jehova til sín. Steve leggur aftrat: „Okkara mál er at hjálpa Ethan at skilja, at vísdómurin í Bíbliuni er nógv betri enn tann vísdómurin, sum menniskju hava.“
13. Nevn eitt dømi um, hvussu foreldur kunnu læra børnini at brúka tað, sum stendur í Bíbliuni.
13 Lær børnini at brúka tað, sum stendur í Bíbliuni. Ein møguleiki er, tá ið børnini hava fingið til uppgávu at lesa eina ávísa bók í skúlanum. Kanska eru persónar í bókini, sum liva ómoralskt ella eru harðligir, og kortini verða lýstir sum góðar fyrimyndir. Tá kanst tú biðja børnini hugsa um, hvussu Jehova sær upp á tað, sum hesir persónarnir gera. (Orðt. 22:24, 25; 1. Kor. 15:33; Fil. 4:8) Hetta kann gera tað lættari hjá teimum at boða fyri lærarum og floksfelagum, tá ið tey skulu tosa um bókina í skúlanum.
LÆR BØRNINI AT FORTELJA ØÐRUM UM SÍNA TRÚGV
14. Hvat evni kann vera ringt hjá ungum at forklára fyri øðrum, og hví?
14 Summi ung kunnu viðhvørt halda, at tað er ringt at fortelja øðrum um sína trúgv. Tey eru kanska bangin fyri at tosa um menningarlæruna í flokkinum. Hví tað? Kanska tí lærarin leggur tað fram sum fakta. Hvussu kanst tú hjálpa børnunum at fáa tað sjálvsálitið, sum skal til fyri at forsvara sína trúgv?
15. Hvat kann hjálpa ungum at blíva meira sannførd um tað, sum tey trúgva uppá?
15 Hjálp børnunum at blíva meira sannførd um tað, sum tey trúgva uppá. Tey skulu ikki skammast um at trúgva upp á ein skapara. (2. Tim. 1:8) Hví ikki? Tí nógvir granskarar eru eisini komnir til ta niðurstøðu, at lívið ikki er komið av sær sjálvum. Tá ið teir hava sæð, hvussu kompliserað og gjøgnumtonkt alt er í náttúruni, eru teir komnir fram til, at onkur má hava skapt tað. Og tí viðurkenna teir ikki menningarlæruna, sum nógvir skúlar í øllum heiminum annars undirvísa í. Eitt, sum kann hjálpa børnunum at styrkja sína trúgv, er at hugsa um tað, sum hevur sannført aðrar brøður og systrar um, at ein skapari er til. c
16. Hvussu kunnu foreldur hjálpa børnunum at forklára, hví tey trúgva upp á ein skapara? (1. Pætursbræv 3:15) (Hygg eisini at myndini.)
16 Hjálp børnunum at forklára, hví tey trúgva upp á ein skapara. (Les 1. Pætursbræv 3:15.) Tú kundi til dømis tosað við børnini um ymiskar greinar á jw.org, sum handla um skapan og menning. Tað er gott at lata børnini sjálvi velja tey argumentini, sum teimum dámar best, og so øva tey saman. Minn tey á, at tey ikki skulu trætast við nakran. Eggja teimum til at brúka einføld og logisk argument, viss onkur hevur hug til eitt lítið prát. Til dømis kann tað vera, at ein floksfelagi sigur: „Eg trúgvi ikki upp á nakað, sum eg ikki síggi, og eg havi ongantíð sæð Gud.“ So kundi barnið hjá tær sagt: „Hvat viss tú gongur ein túr langt niðan í hagan og knappliga sært eitt hús? Hevði so hugsað, at tað var komið av sær sjálvum? Nei, ha? Og soleiðis er tað eisini við jørðini og øllum, sum er til. Onkur má hava skapt tað!“
17. Hvussu kunnu foreldur eggja børnunum til at leita eftir møguleikum at boða?
17 Eggja børnunum til at leita eftir møguleikum at boða. (Róm. 10:10) At fortelja øðrum um sína trúgv kann samanberast við tað at læra at spæla eitt ljóðføri. At byrja við má mann læra seg at spæla okkurt einfalt, men so við og við verður tað lættari at spæla ymiskan tónleik. Upp á sama máta kann ein ungur boðari byrja við at siga okkurt heilt einfalt, tá ið hann fortelur um sína trúgv. Hann kundi til dømis spurt ein floksfelaga: „Visti tú, at granskarar ofta kopiera tað, sum teir síggja í náttúruni? Kann eg vísa tær eitt spennandi video?“ So kann hann vísa eitt video úr røðini Står der en designer bag? og spyrja: „Viss granskarar fáa æruna fyri tað, sum teir hava kopierað úr náttúruni, hvør skal so hava æruna fyri at hava gjørt originalin?“ Tað kann kanska gera, at floksfelagin verður forvitin og fær hug at vita meira.
BLÍV VIÐ AT HJÁLPA BØRNUNUM AT FÁA EINA STERKA TRÚGV
18. Hvussu kunnu foreldur blíva við at hjálpa børnunum at fáa eina sterka trúgv?
18 Vit liva í einum heimi, har tey flestu ikki trúgva upp á Jehova. (2. Pæt. 3:3) Tí er tað sera umráðandi, at tit foreldur studera við børnunum. Men tit mugu eisini eggja teimum til sjálvi at kanna ymisk evni, sum geva teimum størri virðing fyri Guds orði og hansara moralnormum. Tað er gott at tosa við børnini um alt tað fantastiska, sum Jehova hevur skapt, og at hjálpa teimum at gera sína egnu niðurstøðu. Tit mugu eisini hjálpa teimum at skilja spennandi bíbliuprofetiir, sum longu eru gingnar út. Og fram um alt, mugu tit biðja saman við børnunum og fyri teimum. Tit kunnu vera vís í, at Jehova fer at løna tykkum fyri alt tað, sum tit gera fyri at hjálpa tykkara børnum at fáa eina sterka trúgv. – 2. Krøn. 15:7.
SANGUR NR. 133 Tilbið Jehova í ungdóminum!
a Viss tú vilt hava fleiri upplýsingar, kanst tú hyggja eftir videonum Det fantastiske skaberværk vidner om Gud – Mønstre.
b Viss børnini longu hava studerað bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir, kunnu tit kanska repetera nakrar partar um moralnormarnar hjá Jehova í høvuðsparti 3 og 4.
c Sí part 6 „Hvussu byrjaði lívið?“ í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir og heftið Svar upp á 10 spurningar, sum ung seta. Fleiri dømi eru í videorøðini Betragtninger om livets oprindelse á jw.org.
d MYNDAFRÁGREIÐING: Ein ungur boðari vísir einum floksfelaga, sum er áhugaður í dronum, eitt video úr røðini Står der en designer bag?