Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Tit mugu tosa við børnini um sex

Tit mugu tosa við børnini um sex

HVÍ ER TAÐ RINGT?

Fyrr høvdu foreldur í minsta lagi ein kjans at vera tey fyrstu at tosa við børnini um sex. Og tá kundu tey tosa við tey so líðandi og svarandi til aldurin og tørvin hjá børnunum.

Men heimurin er nógv broyttur. Í bókini The Lolita Effect stendur: „Í dag síggja og hoyra sjálvt smá børn alt møguligt um sex. Tað verður meira og meira vanligt við seksuellum innihaldi í bókum, filmum og sendingum til børn.“ Er tað gott ella ringt?

GOTT AT VITA

Børn síggja og hoyra um sex allastaðni. Í bókini Talk to Me First skrivar Deborah Roffman, at „fólk tosa nógv um sex, og mann sær og hoyrir um tað í lýsingum, filmum, bókum, sangum, sjónvarpssendingum, sms-boðum, spølum og á lýsingartalvum og telefon- og telduskermum. Av tí sama halda nógvir tannáringar, og enntá børn, at sex má vera tað týdningarmesta í heiminum“.

Marknaðarføring hevur ein part av skyldini. Fyritøkur marknaðarføra seksut klæðir til børn, og tað kann fáa tey at ganga alt for høgt upp í sína útsjónd. „Lýsingarfólk vita, at børn eru løtt at ávirka, og tað eru tey ikki bangin fyri at útnytta,“ sigur bókin So Sexy So Soon. „Tankin við hesum lýsingunum er ikki at geva børnum áhuga fyri sex, men at fáa tey at brúka pengar.“

Vitan er ikki nokk. Tað er munur á at vita, hvussu ein bilur fungerar, og at vera ein ábyrgdarfullur bilførari. Og tað er eisini munur á at hava eina vitan um sex og at brúka ta vitanina til at taka góðar avgerðir.

Niðurstøðan: Tað hevur størri týdning nú enn nakrantíð at læra børnini at „skilja millum gott og ilt“. – Hebrearabrævið 5:14.

HVAT KUNNU TIT GERA?

Tað er viktigt at tosa við børnini. Tit halda kanska, at tað er flóvisligt at tosa við børnini um sex, men tað er viktigt, at tit taka ábyrgd og gera tað allíkavæl. – Meginregla í Bíbliuni: Orðtøkini 22:6.

Tit kunnu gera tað í smáum. Í staðin fyri at hava eitt langt prát um sex, er tað betri at finna eina løtu her og har, til dømis tá ið tit koyra bil ella gera okkurt praktiskt saman. Tú kanst seta spurningar, sum fáa sonin ella dóttrina at siga sína meining. Heldur enn at spyrja: ’Dámar tær sovorðnar lýsingar?’ kundi tú spurt: ’Hví heldur tú, mann brúkar sovorðnar myndir í lýsingum?’ Tá ið sonurin ella dóttirin hevur svarað, kanst tú spyrja: ’Hvat heldur tú um tað?’ – Meginregla í Bíbliuni: 5. Mósebók 6:6, 7.

Tað er gott at hugsa um aldurin á børnunum. Longu áðrenn børnini byrja í skúla, er tað gott, at tey vita, hvussu kynsgøgnini eita, og hvussu tey kunnu verja seg ímóti kynsligum ágangi. Tá ið tey verða eitt sindur eldri, kunnu tit upp á ein einfaldan máta fortelja teimum, hvussu eitt barn verður til. Og tá ið tey verða tannáringar, eiga tey at vita, hvat sex er, og hvørja áskoðan Gud hevur á tað.

Tit mugu læra børnini, hvat er rætt og skeivt. Longu tá ið børnini eru smá, kunnu tit læra tey at siga sannleikan, at gera tað, sum er rætt, og at vísa øðrum virðing. Tá ið tit so seinni fara at tosa um sex, verður tað lættari. Tað má vera klárt og týðiligt, hvat tit halda er rætt og skeivt. Viss tit til dømis halda, at sex áðrenn hjúnabandið er skeivt, so er tað gott at siga tað. Og tit mugu eisini siga, hví tit halda, at tað er skeivt. Í bókini Beyond the Big Talk stendur: „Tað er minni sannlíkt, at tannáringar hava sex, viss teir vita, at foreldrini ikki vilja hava tað.“

Tit mugu vera góðar fyrimyndir. Tað er viktigt, at tit sjálvi fylgja tí, sum tit læra børnini. Viss tit til dømis flenna eftir ónærisligum vittigheitum, ganga í klæðum, sum eru avdúkandi, ella flørta, so kunnu tit ikki rokna við, at børnini taka tað, sum tit royna at læra tey, í álvara. – Meginregla í Bíbliuni: Rómbrævið 2:21, Dahl/Viderø.

Sex er ein gáva frá Gudi. Tá ið ein maður og ein kona eru gift, kunnu tey gleðast um at hava sex. (Orðtøkini 5:18, 19) Tit kunnu siga við børnini, at tá ið tey einaferð verða gift, kunnu tey eisini gleðast um hesa gávuna, tó uttan teir trupulleikarnar, sum sex uttan fyri hjúnabandið kann hava við sær. – 1. Timoteusarbræv 1:18, 19.