4. PARTUR
Hvussu tit kunnu halda skil á pengum
„Ætlanir fáa framgongd við ráðlegging.“ — Orðtøkini 20:18
Vit hava øll tørv á pengum fyri at uppihalda okkara familju. (Orðtøkini 30:8) Bíblian sigur, at ’pengar geva lívd’. (Prædikarin 7:12, Løggilda føroyska umsetingin) Kanska er tað ikki so lætt hjá tykkum at tosa um pengar, men latið ikki pengar elva til trupulleikar í tykkara hjúnalagi. (Efesusbrævið 4:32) Tit mugu líta á hvør annan og saman taka støðu til, hvussu pengarnir skulu brúkast.
1 HUGSIÐ TYKKUM VÆL UM
BÍBLIAN SIGUR: „Hvør tykkara, sum ætlar at byggja torn, setur seg ikki fyrst niður og roknar út, hvussu mikið tað fer at kosta, um hann hevur nóg mikið at fullføra tað fyri!“ (Lukas 14:28) Tað er umráðandi, at tit tosa um, hvussu tit skulu brúka tykkara pengar. (Amos 3:3) Gerið av, hvørjum tit hava tørv á, og hvussu nógv tit hava ráð at brúka. (Orðtøkini 31:16) Fyri tað um tit hava pengarnar til at keypa okkurt, merkir tað ikki endiliga, at tit skulu gera tað. Roynið ikki at seta tykkum í skuld. Brúkið bert teir pengarnar, tit hava. — Orðtøkini 21:5; 22:7.
ROYNIÐ HETTA:
-
Eru pengar eftir, tá ið mánaðurin er av, tosið so um, hvat tit skulu gera við teir
-
Hava tit undirskot, gerið so okkurt ítøkiligt fyri at minka um útreiðslurnar. Tit kunnu til dømis sjálv gera mat heldur enn at eta úti
2 VERIÐ ÆRLIG OG REALISTISK
BÍBLIAN SIGUR: „Talið sannleika, hvør við næsta sín.“ (Efesusbrævið 4:25) Verið ærlig um, hvussu nógv tit forvinna og brúka.
Tosa altíð við hjúnafelagan, tá ið stórar avgerðir skulu takast í pengamálum. (Orðtøkini 13:10) Tosa tit um tykkara fíggjarstøðu, hjálpir tað tykkum at varðveita friðin í hjúnabandinum. Met ikki tína inntøku sum tínar pengar, men sum tykkara pengar. — 1 Timoteus 5:8.
ROYNIÐ HETTA:
-
Komið ásamt um eina upphædd, sum tit hvør sær kunnu brúka uttan at spyrja hin
-
Bíðið ikki við at tosa um pengar, til ein trupulleiki stingur seg upp