Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL 13

Høgtíðir, sum Gudi ikki dámar

Høgtíðir, sum Gudi ikki dámar

„Rannsakið, hvat Harranum toknast!“ – EFESUSBRÆVIÐ 5:10.

1. Hvørji menniskju dregur Jehova til sín, og hví mugu tey altíð vera á varðhaldi?

„HINIR sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava,“ segði Jesus. (Jóhannes 4:23) Tá ið Jehova finnur sovorðin menniskju – eins og hann fann teg – dregur hann tey til sín og til son sín. (Jóhannes 6:44) Tað er av sonnum ein heiður! Men tey, sum elska sannleikan í Bíbliuni, mugu halda fram at ’rannsaka, hvat Harranum toknast’, tí Satan er ein meistari í sviki. – Efesusbrævið 5:10; Opinberingin 12:9.

2. Greið frá, hvussu Jehova metir tey, sum royna at blanda sonnu trúnna við falska.

2 Hugsa um, hvat hendi nærindis Sinaifjalli, tá ið ísraelsmenn bóðu Áron gera sær ein gud. Áron eftirlíkaði teimum og gjørdi ein gullkálv, men gav teimum ta fatan, at kálvurin umboðaði Jehova. „Í morgin verður høgtíð fyri HARRANUM,“ segði hann. Legði Jehova einki í, at tey blandaðu sonnu trúnna við falska? Jú. Hann læt umleið 3.000 avgudadyrkarar drepa. (2 Mósebók 32:1-6, 10, 28) Hvat læra vit av hesum? Vilja vit halda okkum í kærleika Guds, mugu vit ’einki óreint nema’ og íðin verja sannleikan móti eini og hvørjari spillu. – Esaias 52:11; Ezekiel 44:23; Galatiabrævið 5:9.

3, 4. Hví skulu vit geva okkum far um bíbilskar meginreglur, tá ið vit kanna væl umtóktar siðir og høgtíðir?

3 Í fyrstu øld virkaðu ápostlarnir sum verja fyri fráfalli. Men eftir at teir vóru deyðir, gjørdist støðan ein onnur. Tá fóru sokallað kristin, ið ikki elskaðu sannleikan, at halda heidnar siðir, høgtíðir og heiligdagar, sum tey nú søgdu vera kristnar. (2 Tessalonikabræv 2:7, 10) Tá ið vit nú fara at kanna nakrar av hesum høgtíðunum, legg so til merkis, hvussu tær endurspegla anda heimsins og ikki anda Guds. Sum heild hava verðsligar høgtíðir eitt felagsevni: Tær tala til tað, sum holdið ynskir, og tær fremja falskar trúarlærur og okkultismu, sum eyðkenna ’Bábylon hina stóru’. * (Opinberingin 18:2-4, 23) Vit mugu eisini minnast til, at Jehova hevur verið vitni til teir andstyggiligu heidnu halgisiðirnar, sum nógvir væl umtóktir siðir stava frá. Eingin ivi er um, at hann heldur slíkar høgtíðir vera líka andstyggiligar í dag. Eigur hansara áskoðan ikki at hava mest at siga hjá okkum? – 2 Jóhannes 6, 7.

4 Sum sonn kristin vita vit, at Jehova ikki dámar ávísar høgtíðir, og tí mugu vit vera púra avgjørd um als einki at hava við tær at gera. At kanna, hví Jehova ikki dámar tílíkar høgtíðir, kann styrkja okkum í avgerðini um at sleppa okkum undan øllum, sum kann forða okkum í at verða verandi í kærleika Guds.

JÓLINI – FRÁ SÓLDYRKAN TIL „KRISTNA“ HØGTÍÐ

5. Hví kunnu vit vera vís í, at Jesus ikki varð føddur 24. ella 25. desember?

5 Bíblian nevnir einki um nakað føðingardagshald fyri Jesusi. Í roynd og veru vita vit ikki, akkurát nær hann varð føddur. Men eitt vita vit tó við vissu, hann varð ikki føddur 24. ella 25. desember, tá ið vetrarkuldi er í tí partinum av heiminum. * Sambært tí, Lukas skrivaði, „lógu [nakrir hirðar] úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum“, tá ið Jesus varð føddur. (Lukas 2:8-11) Um tað var vanligt at ’liggja úti á markini og halda náttarvakt’ alt árið, hevði hetta ikki verið nøkur merkisverd upplýsing. Men av tí at tað er kalt og regnar og kavar í Betlehem um veturin, vórðu fylgini leidd inn hesa árstíðina, og hirðarnir lógu tí ikki „úti á markini og hildu náttarvakt“. Haraftrat fóru Jósef og Maria til Betlehem, tí Augustus keisari hevði givið boð um, at fólkið skuldi skrivast í manntal. (Lukas 2:1-7) Tað er ógvuliga ósannlíkt, at keisarin gav boð um, at eitt fólk, sum frammanundan ikki dámdi rómversku stjórnina, skuldi fara til heimbý sín á hávetri.

6, 7. (a) Hvar er upprunin til nógvar jólasiðir at finna? (b) Hvør munur er á, hvussu gávur verða givnar á jólum, og hvussu sonn kristin geva gávur?

6 Upprunin til jólini er ikki at finna í Bíbliuni, men í gomlum heidnum høgtíðum, eitt nú í rómversku saturnaliuni, ið var eitt hátíðarhald fyri landbúnaðargudinum, Saturn. Eitt katólskt leksikon sigur, at tey, sum tilbóðu gudin Mithra, hildu „føðingardag fyri hini ósigrandi sólini“ tann 25. desember. „Jólini tóku seg upp í eini tíð, tá ið sóldyrkanin hevði serliga góða undirtøku í Róm,“ umleið trý hundrað ár eftir at Kristus doyði. – New Catholic Encyclopedia.

Sonn kristin geva av kærleika

7 Í sambandi við hesar heidnu veitslurnar góvu tey hvørjum øðrum gávur og ótu veitslumat – siðir, sum síggjast aftur í jólunum. Men eins og í dag góvu nógv ikki gávur í tí andanum, sum er nevndur í Seinna Korintbrævi 9:7. Har stendur: „Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!“ Sonn kristin geva av kærleika og kenna seg ikki noydd at geva gávur onkran ávísan dag, og tey vænta heldur ikki at fáa nakrar gávur afturfyri. (Lukas 14:12-14; les Ápostlasøguna 20:35.) Tey virðismeta eisini at sleppa undan øllum jólarokinum og at sleppa undan at seta seg í skuld, sum nógv annars gera ta tíðina á árinum. – Matteus 11:28-30; Jóhannes 8:32.

8. Góvu stjørnuspámenninir Jesusi føðingardagsgávur? Greið frá.

8 Nú spyr onkur kanska: ’Góvu vísmenninir, ella stjørnuspámenninir, ikki Jesusi føðingardagsgávur?’ Nei. Teir góvu gávur, tí teir vildu vísa einum týðandi persóni virðing, og tað var vanligur siður á Bíbliunnar døgum. (1 Kongabók 10:1, 2, 10, 13; Matteus 2:2, 11) Satt at siga komu teir ikki ta náttina, Jesus varð føddur. Tá ið teir komu, var Jesus ikki longur eitt pinkubarn í eini krubbu, men nógvar mánaðar gamal og búði í einum húsi.

HVAT SIGUR BÍBLIAN UM FØÐINGARDAGAR?

9. Hvat hendi í teimum einastu føðingardøgunum, sum standa nevndir í Bíbliuni?

9 Hóast tað altíð hevur verið sett í samband við stóra gleði, at eitt barn verður føtt, nevnir Bíblian ongan føðingardag, sum bleiv hildin fyri einum tænara hjá Gudi. (Sálmur 127:3) Man tað vera av gloymsku? Nei, tí hon nevnir tveir føðingardagar, ið vórðu hildnir – tann hjá einum farao í Egyptalandi og tann hjá Heródesi Antipasi. (Les Fyrstu Mósebók 40:20-22; Markus 6:21-29.) Men báðir føðingardagarnir verða settir í ringt ljós, serliga tann seinni, har Jóhannes Doypari varð hálshøgdur.

10, 11. Hvussu mettu tey fyrstu kristnu føðingardagshald, og hví?

10 Eitt leksikon skrivar soleiðis um tað at halda føðingardag: „Fornkirkjan metti siðin at vera heidnan.“ (Den Store Danske Encyklopædi) Teir gomlu grikkarnir hildu til dømis, at hvørt menniskja hevði ein verndaranda, sum var hjástaddur, tá ið viðkomandi bleiv føddur, og síðani ansaði eftir honum ella henni. Hesin andin „hevði eitt gátuført samband við tann gudin, ið hevði føðingardag sama dag sum nýfødda barnið“, sigur ein bók um føðingardagar. (The Lore of Birthdays) Føðingardagar hava eisini leingi verið tætt knýttir at stjørnuspá og stjørnuspáfrøði.

11 Umframt at Guds tænarar í forðum ikki vildu halda føðingardag vegna heidna og okkulta upprunan, hevði tað eftir øllum at døma eisini nakað við teirra lívsáskoðan at gera. Hví kunnu vit siga tað? Tí teir vóru eyðmjúkir og lítillátnir og hildu ikki sína komu í heimin hava so stóran týdning, at hon skuldi hátíðarhaldast. * (Mika 6:8; Lukas 9:48) Nei, teir góvu Jehova dýrd og takkaðu honum fyri ta dýrabaru gávuna, sum lívið er. * – Sálmur 8:4, 5; 36:10; Opinberingin 4:11.

12. Hvussu kann deyðadagurin vera betri enn føðingardagurin?

12 Jehova goymir øll, sum doyggja trúføst, í sínum minni, og teirra framtíðar lív er tryggjað. (Job 14:14, 15) Í Prædikaranum 7:1 stendur: „Betri er gott navn enn góð olja, og betri er deyðadagurin enn føðingardagurin.“ At vit hava eitt „gott navn“ hjá Gudi merkir, at Jehova hevur tokka til okkum vegna okkara trúføstu tænastu. Tað er vert at leggja til merkis, at einasti minningardagurin, kristin hava fingið boð um at halda, ikki hevur samband við eina føðing, men ein deyða – nevniliga deyðan hjá Jesusi. Hansara dýrabara „navn“ er lykilin til okkara frelsu. – Hebrearabrævið 1:3, 4; Lukas 22:17-20.

PÁSKIRNAR – FJALD FRUKTBÆRISDYRKAN

13, 14. Hvaðani stava nógvir páskasiðir?

13 Hóast páskirnar skulu eitast at verða hildnar, tí Jesus reis upp frá deyðum, hava tær í roynd og veru røtur í følskum átrúnaði. Hvussu ber tað til dømis til, at harur og egg verða sett í samband við páskirnar? Eitt leksikon sigur, at egg „hava verið ein eyðkend ímynd um nýtt lív og uppreisn frá deyðum“, meðan haran og kaninin leingi hava verið ímyndir um fruktbæri. (Encyclopædia Britannica) Ein bók um høgtíðir sigur: „Fleiri siðir og siðvenjur eru knýttar at páskunum. Páskareggið er nokk tað, ið er mest kent. ... Fyrikristnar siðvenjur eru helst knýttar at egginum sum verandi fruktagott, heilsugott og okkurt, sum skuldi verja ímóti óndum.“ (Højtider og fester, Kristian Jensen) Tí eru páskirnar í veruleikanum fruktbærishalgisiðir fjaldir í hátíðarhaldinum til minni um uppreisn Kristusar. *

14 Man Jehova góðtaka, at andstyggiligir fruktbærishalgisiðir verða nýttir til at minnast, at sonur hansara reis upp frá deyðum? Als ikki! (2 Korintbræv 6:17, 18) Í roynd og veru gevur Bíblian hvørki boð um ella heimild til at hátíðarhalda minnið um uppreisn Jesusar. Og verður tað so gjørt samstundis við, at heidnir páskasiðir verða fylgdir, er tað dupult trúloysi.

UPPRUNIN TIL HALLOWEEN

15. Hvør er upprunin til halloween, og hvat er vert at leggja til merkis í sambandi við, nær henda høgtíðin verður hildin?

15 Halloween verður hildin 31. oktober og er eyðmerkt av heksum, trøllum og øðrum andskræmiligum skepilsum. Navnið er ein ensk stytting av All Hallows Eve, allahalgannaaftan. Halloween stavar frá teimum gomlu keltunum í Bretlandi og Írlandi. Tann fullmánan, sum var tættast við 1. november, hildu teir høgtíðina samain, sum merkir „endin á sumrinum“. Teir hildu, at forhangið millum jarðiska heimin og yvirnatúrliga heimin varð drigið frá á samain, og at andaverur, góðar og óndar, reikaðu um á jørðini. Hildið var, at sálirnar hjá teimum deyðu komu aftur til bústað sín á jørðini, og tí settu familjurnar mat og drekka fram til hesar gestirnar úr andaheiminum í vón um at blíðka teir. So tá ið børn summastaðni lata seg í sum spøkilsi ella heksir og ganga hús úr húsi og hótta við at gera fortreð, um tey ikki fáa okkurt góðgæti, eru tey uttan at vita tað við til at halda teimum gomlu samain-siðunum á lívi.

HALT BRÚDLEYPIÐ ÓDÁLKAÐ

16, 17. (a) Hví eiga kristin pør, sum ætla at giftast, at kanna staðbundnar brúdleypssiðir við bíbilskum meginreglum í huga? (b) Hvat skulu sonn kristin hugsa um í sambandi við siðir sum at kasta rís ella okkurt annað eftir einum brúðarpari?

16 Skjótt skal „rødd brúðgóms og brúðar ... ikki hoyrast meiri í [Bábylon hini stóru]“. (Opinberingin 18:23) Hví ikki? Millum annað vegna hennara okkultu gerðir, sum kunnu dálka eitt hjúnaband longu á brúdleypsdegnum. – Markus 10:6-9.

17 Siðirnir eru ymiskir úr landi í land. Nakrir siðir, sum kanska tykjast meinaleysir, kunnu hava røtur í bábylonskum siðum, ið skulu eitast at geva brúðarparinum ella gestunum góða eydnu. Ein siður er til dømis at kasta rís ella okkurt annað eftir brúðarparinum. Hesin siðurin hevur møguliga røtur í tí trúnni, at matur kundi blíðka illar andar og forða teimum í at skaða brúðrina ella brúðgómin. Haraftrat hevur rís leingi verið sett í samband við fruktbæri, lukku og langt lív. Tað er greitt, at tey, sum vilja halda seg í kærleika Guds, skýggja sovorðnar óreinar siðir. – Les Seinna Korintbræv 6:14-18.

18. Hvørjar meginreglur í Bíbliuni skulu bæði tey, sum fyrireika brúdleyp, og tey, sum eru bjóðað, hugsa um?

18 Tey, ið tæna Jehova, sleppa sær eisini undan verðsligum atburði, sum kann oyðileggja tann virðileikan, ið eigur at vera karmurin um brúdleyp og brúdleypsveitslur. Og tey gera einki, sum kann særa samvitskuna hjá øðrum. Til dømis halda tey ikki talur, sum bera dám av særandi sarkasmu ella onkrum ónærisligum, og tey bera ikki fram grovt skemt ella annað, ið kann gera brúðarparið og onnur illa við. (Orðtøkini 26:18, 19; Lukas 6:31; 10:27) Tey hava heldur ikki sera fínar og ævintýrkendar móttøkur ella brúdleypsveitslur, sum spegla „stoltleika lívsins“ heldur enn lítillæti. (1 Jóhannes 2:16) Um tú ert í holt við at fyrireika títt brúdleyp, mást tú ikki gloyma, at Jehova vil, at tú skalt líta aftur á henda serliga dagin við gleði, ikki við sorg. *

AT SKÁLA – EIN ÁTRÚNAÐARLIGUR SIÐUR?

19, 20. Hvat sigur ein verðslig kelda um upprunan til at skála, og hví er hetta ikki ein siður fyri sonn kristin?

19 Ein vanligur siður í brúdleypum og í aðrari samveru er at skála. Ein bók um alkohol og mentan frá 1995 sigur: „At skála ... er helst ein leivd frá heidnum drykkjuofrum í forðum, har tey ofraðu ein heilagan drykk til gudarnar ... aftur fyri eitt ynski – eina bøn, sum endaði við orðunum ’leingi livi’ ella ’góða heilsu’.“ – International Handbook on Alcohol and Culture.

20 Gaman í seta nógv í dag ikki tað at skála í samband við nakað átrúnaðarligt ella við pátrúgv. Men siðurin at lyfta vínglasinum upp í loft kann metast sum ein bøn til „himmalin“ – eina yvirnatúrliga makt – fyri at fáa eina signing á ein hátt, ið ikki samsvarar við tað, Bíblian sigur. – Jóhannes 14:6; 16:23. *

„TIT, IÐ ELSKA HARRAN, HATIÐ HITT ILLA“

21. Hvørjum væl umtóktum tiltøkum sleppa sonn kristin sær undan, hóast tey ikki hava átrúnaðarligan uppruna, og hví?

21 Normarnir á okkara døgum gerast alsamt lægri – eitt rák, sum Bábylon hin stóra annaðhvørt beinleiðis ella óbeinleiðis fremur. Nakað, sum speglar hetta rákið, er, at nøkur lond á hvørjum ári skipa fyri karnevalum, ið fevna um ónærisligan dans, og sum kanska enntá hálova samkynda lívsstílinum. Hevði tað verið hóskandi hjá teimum, sum elska Jehova, at tikið lut í ella hugt at slíkum tiltøkum? Høvdu tey, um so var, víst, at tey veruliga hata tað ónda? (Sálmur 1:1, 2; 97:10) Tað hevði verið nógv betri at tikið eftir hugburðinum hjá sálmaskaldinum, sum bað: „Vend eygum mínum burtur frá at hyggja eftir fáfongd.“ – Sálmur 119:37.

22. Nær kunnu vit við okkara samvitsku gera av, um vit vilja taka lut í einum hátíðarhaldi ella ikki?

22 Tá ið hátíðarhald verða hildin, sum eru óhóskandi fyri sonn kristin, mugu vit ansa væl eftir, at okkara atburður ikki fær onnur at halda, at vit taka lut í hátíðarhaldinum. Paulus skrivaði: „Annaðhvørt tit tí eta ella drekka – ella hvat tit gera – so gerið alt Gudi til dýrd!“ (1 Korintbræv 10:31; sí rammuna „ Tak skilagóðar avgerðir“.) Men er tað greitt, at ein siður ella eitt hátíðarhald ikki hevur nakað við falskan átrúnað at gera, ikki hevur politiskan ella tjóðskaparligan dám og ikki gongur ímóti nakrari bíbilskari meginreglu, kunnu vit sjálv gera av, um vit vilja taka lut í tí. Tá ið vit taka eina avgerð, eiga vit samstundis at hugsa um kenslurnar hjá øðrum, so vit ikki fáa tey at snáva.

DÝRMET GUD Í ORÐI OG GERÐ

23, 24. Hvussu kunnu vit bera góðan vitnisburð um rættvísu normarnar hjá Jehova?

23 Nógv meta í høvuðsheitum væl umtóktar høgtíðir sum eitt høvi hjá familju og vinum at hittast. So um onkur av órøttum heldur, at okkara bíbilska støðutakan er kærleiksleys ella víðgongd, kunnu vit vinaliga greiða frá, at Jehova vitnum dámar væl at hugna sær saman við familju og vinum. (Orðtøkini 11:25; Prædikarin 3:12, 13; 2 Korintbræv 9:7) Vit gleðast um at vera saman við okkara kæru alt árið, men av tí at vit elska Gud og hansara rættvísu normar, vilja vit ikki dálka slíkar hugnaligar løtur við siðum, sum honum als ikki dámar. – Sí rammuna „ Sonn tilbiðing gevur størstu gleðina“.

24 Tað hevur riggað væl hjá summum Jehova vitnum at vísa teimum, sum hava sannan áhuga, nøkur dømi úr 16. kapitli í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga? * Vit mugu tó minnast til, at endamálið er at vinna hjørtu, ikki kjak. Latið okkum tí vísa virðing, vera mild og hava talu, sum „altíð [er] dámlig, kryddað við salti“. – Kolossebrævið 4:6.

25, 26. Hvussu kunnu foreldur hjálpa børnunum at fáa sterkari trúgv og størri kærleika til Jehova?

25 Sum tænarar hjá Jehova eru vit væl upplýst. Vit vita, hví vit trúgva og gera ymiskt, og hví vit ikki taka lut í ávísum siðum og høgtíðum. (Hebrearabrævið 5:14) Tí mugu tit foreldur læra tykkara børn at hugsa um og brúka meginreglurnar í Bíbliuni. Tað styrkir teirra trúgv, hjálpir teimum at brúka Bíbliuna til at svara spurningum um trúnna og vissar tey um, at Jehova elskar tey. – Esaias 48:17, 18; 1 Pætur 3:15.

26 Øll, sum tilbiðja Gud „í anda og sannleika“, sleppa sær ikki bara undan at halda óbíbilskar høgtíðir, men leggja seg eisini eftir at vera ærlig í øllum. (Jóhannes 4:23) Nógv halda, at tað ikki ber til at vera ærligur í dag. Men sum vit fáa at síggja í næsta kapitli, eru Guds leiðir altíð tær bestu.

^ par. 3 Sí rammuna „ Skal eg taka lut í høgtíðini?“ Víst verður til nógvar heiligdagar og høgtíðir í Register til Vagttårnets publikationer, sum Jehova vitni hava givið út.

^ par. 5 Sambært bíbilskari tíðarrokning og verðsligari søgu varð Jesus ætlandi føddur í ár 2 f.o.t. í jødiska mánaðinum etanim, sum svarar til september/oktober í okkara kalendara. – Sí Indsigt i Den Hellige Skrift, bind 1, síðu 1115, sum Jehova vitni hava givið út.

^ par. 11 Í Lógarsáttmálanum var ásett, at ein kvinna skuldi lata Gudi eitt syndoffur, tá ið hon hevði átt. (3 Mósebók 12:1-8) Hetta lógarkravið var ein álvarsom áminning um, at foreldur geva børnunum syndina í arv. Henda vitanin hjálpti ísraelsfólki at hava røttu áskoðanina á barnsburð og kann eisini hava verið orsøkin til, at tey ikki tóku heidnu føðingardagssiðirnar til sín. – Sálmur 51:7.

^ par. 13 Enska navnið fyri páskir, Easter, hevur verið sett í samband við Eostre, ella Ostaru, sum er anglosaksiska gudinnan fyri lýsing og vár. Hon var eisini ein fruktbærisgudinna. „Á mánanum átti hon eina haru, sum elskaði egg, og av og á var [gudinnan] avmyndað við einum haruhøvdi,“ sigur ein handbók. – The Dictionary of Mythology.

^ par. 18 Sí tær tríggjar greinirnar um brúdleyp og ymiska samveru í Vagttårnet, 15. oktober 2006, síðurnar 18-31.

^ par. 20Vagttårnet, 15. februar 2007, síðurnar 30-31.

^ par. 24 Jehova vitni hava givið út.