11. PARTUR
Hvussu gagna meginreglurnar í Bíbliuni okkum?
1. Hví hava vit tørv á leiðbeining?
Skaparin er nógv vísari, enn vit eru. Sum ein góður pápi, vil hann okkum tað besta. Hann ætlaði ikki, at vit skuldu ráða okkum sjálvum. (Jeremias 10:23) Eins og eitt barn hevur brúk fyri leiðbeining frá foreldrunum, hava vit øll tørv á leiðbeining frá Gudi. (Esaias 48:17, 18) Meginreglurnar í Bíbliuni geva okkum leiðbeining, sum er ein gáva frá Gudi. — Les 2 Timoteus 3:16.
Lógir og meginreglur Jehova læra okkum besta mátan at liva nú og vísa okkum, hvussu vit kunnu fáa ævigar signingar í framtíðini. Av tí at Gud skapti okkum, er tað bert rímiligt, at vit taka væl ímóti hansara leiðbeining. — Les Sálm 19:8, 12; Opinberingina 4:11.
2. Hvat er ein bíbilsk meginregla?
Ein bíbilsk meginregla er ein grundleggjandi sannleiki. Ein lóg verður hinvegin nýtt í serstøkum viðurskiftum. (5 Mósebók 22:8) Skulu vit skilja, hvussu ein meginregla kann brúkast í eini ávísari støðu, mugu vit brúka okkara vit. (Orðtøkini 2:10-12) Til dømis lærir Bíblian, at lívið er ein gáva frá Gudi. Hesin grundleggjandi sannleikin kann leiðbeina okkum, tá ið vit eru til arbeiðis, úti í ferðsluni ella heima. Hann hjálpir okkum at taka tey fyrivarni, sum eru neyðug. — Les Ápostlasøguna 17:28.
3. Hvørjar tvær meginreglur eru mest týðandi?
Jesus nevndi tvær meginreglur av alstórum týdningi. Hin fyrra sigur frá sjálvari meiningini við lívinum — at kenna Gud, elska hann og tæna honum trúføst. Vit eiga at hugsa um hesa Orðtøkini 3:6) Gera vit tað, verða vit vinir Guds, vit verða lukkulig og fáa ævigt lív. — Les Matteus 22:36-38.
fyrru meginregluna, hvørja ferð vit skulu taka eina avgerð. (Seinna meginreglan kann hjálpa okkum at fáa eitt friðarligt samband við onnur. (1 Korintbræv 13:4-7) At liva eftir hesi meginregluni ber í sær at fylgja leiðbeiningini frá Gudi um, hvussu vit skulu fara við fólki. — Les Matteus 7:12; 22:39, 40.
4. Hvussu gagna meginreglurnar í Bíbliuni okkum?
Meginreglurnar í Bíbliuni læra familjur, hvussu tær kunnu verða sameindar í kærleika. (Efesusbrævið 4:32; Kolossebrævið 3:12, 14) Guds orð verjir eisini familjur við eini aðrari meginreglu, nevniliga at hjúnabandið skal vera varandi. — Les 1 Mósebók 2:24.
Tað kann verja okkum fíggjarliga og kensluliga at fylgja meginreglunum í Bíbliuni. Til dømis dámar arbeiðsgevarum ofta best at hava arbeiðsfólk, sum liva samsvarandi meginreglunum í Bíbliuni um at vera ærligur og íðin. (Orðtøkini 10:4, 26; Hebrearabrævið 13:18) Guds orð lærir okkum eisini at vera nøgd við tað, sum er fyri neyðini, og at virðismeta vinalagið við Gud meiri enn tað materiella. — Les Matteus 6:24, 25, 33; 1 Timoteus 6:8-10.
Tað verjir okkara heilsu at liva eftir meginreglunum í Bíbliuni. (Orðtøkini 14:30; 22:24, 25) Um vit til dømis akta Guds lóg um drykkjuskap, verða vit vard ímóti deyðiligum sjúkum og óhappum. (Orðtøkini 23:20) Jehova loyvir okkum at njóta rúsdrekka, men bert við máta. (Sálmur 104:15; 1 Korintbræv 6:10) Guds meginreglur gagna okkum, tí tær læra okkum at ansa eftir, hvat vit gera og eisini, hvat vit hugsa. (Sálmur 119:97-100) Tó fylgja sonn kristin ikki bert Guds reglum fyri sína egnu skyld. Tey gera tað fremst av øllum fyri at æra Jehova. — Les Matteus 5:14-16.